Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


VOX: Rørdu hjartastreingir við yndisligum lovsangi

03.10.2017 - 10:10 - Kelda: folkakirkjan.fo

KONSERTIR: Tað er ikki øllum kórum beskorið at kunna fylla tríggjar so ymiskar kirkjur sum Fríðrikskirkjuna (haðani myndin er tikin), Vesturkirkjuna og Christianskirkjuna bæði á ein og annan hátt.
Hetta megnaði kortini føroyska kórið VOX, sum um vikuskiftið framførdi eitt stórfingið norskt kórverk á hesum trimum støðum. Við vakra sangi sínum og framúr góða tónleikinum, undir leiðslu av Ásbjørn Berthelsen megnaðu tey eisini at fylla kirkjuna við ljómandi kórtónleiki.

Í eina tíð hevur kórið vant verkið ”Gloria”, sum norðmaðurin Tore W. Aas skrivaði fyri meiri enn 20 árum síðani, og sum kór hansara, Oslo Gospel Choir gav út á fløgu í 1996.
Hóast mong ár eru liðin síðani tá, eru bæði løgini og teksturin aktuell og viðkomandi eisini á heysti 2017. Tað kundu áhoyrararnir í teimum trimum kirkjunum skriva fult undir uppá:
- Tit rørdu hjartastreingir við yndisligum lovsangi. Eg græt, tí tað var so vakurt, yndisligt og inniligt. Eitt fantastiskt kór, ið sang av hjarta og var nærverandi, skrivar ein áhoyrari á Facebook.
Og viðkomandi legði aftrat: Deiligt at síggja eitt kór uttan pappír og nótamappur. Ein heilag løta.


SUM EIN GUDSTÆNASTA
Hetta stórfingna kórverkið í vardi meiri enn tíma, er skrivað sum ein gudstænasta við teimum ymisku liturgisku liðunum úr teirri klassisku gudstænastuni.
Ein slík gudstænasta minnir nakað um hana, sum vit kennast við ein sunnudag, men teksturin var sjálvandi nakað øðrvísi í teimum ymisku pørtunum – t.d. Kyrie, Gloria, Agnus Dei, trúarjáttan, Faðirvár og signingin.

Hetta er ein krevjandi uppgáva, men bæði sangarar, solistar, tónleikarar, urguleikari og kórleiðari megnaðu til fulnar at halda konsentrasjónina hjá áhoyrarunum frá byrjan til enda.
Frammanundan seinastu konsertini í Christianskirkjuni hevði kórið megnað at fylt tvær av størstu kirkjunum í landinum – Fríðrikskirkjuna (enntá eitt fríggjakvøld!) og Vesturkirkjuna leygarkvøldið.
Spenningur var tí um, hvørt norðoyingar eisini høvdu hug at vera við til eina slíka tónlistarliga uppliving ein seinnapart sunnudag. Og jú, so var: Longu 20 minuttir áðrenn konsertin byrjaði var kirkjan hálvfull av fólki. Og tá konsertin byrjaði var kirkjan nærum fullsett.

TÁRINI RUNNU
Tað var eitt slag av endurføðing sum kórið VOX stóð fyri við framførsluni av hesum stóra og krevjandi verkinum.
Kórið var virkið fyri nøkrum árum síðani, tá tey sungu til so ymisk tiltøk sum gudstænastur, konsertir og møtir í nógv ár. Tey góvust tó í 2011.

Men líkt var til at kórleiðara og kórlimum longdust eftir at kunna venja og framføra saman, og eftir ein seks ára steðg valdu tey at hava hesar tríggjar konsertirnar kring oyggjarnar.
Kórleiðari hjá VOX er Ásbjørn Berthelsen, og hevur hann stjórnað kórinum síðani 1998.
Sum tónleikarar til konsertirnar hevði hann góð fólk aftrat sær: Jákup Justinussen á klaver og orgul; Pauli Reinert Poulsen á guittar; Fríði Bjarkhamar á trummur; Thomas Thomasen á orgul; Birita Dam á bratsj; Símun Dam á orgul, og Dávid á Lág á bassi. Í kórinum eru 35 sangarar.

Helst hava eini 1400 fólk hoyrt og sæð VOX framføra verkið, og tað hevur ikki skortað við lovorðum, frá bæði ungum og tilkomnum, eftir konsertirnar: Onkur er vorðin so rørdur, at tárini runnu. Ein annar undraðist á, so væl sum kórið, sangarar og kórleiðari harmoneraðu saman. Og onkur føldi seg tiknan nógv 100 ár aftur til tær gomlu gudstænasturnar.

Um tey fara at framføra Gloria á øðrum støðum verður einki sagt um. Men ein kundi unt øðrum kirkjum og øðrum áhoyrarum eisini at kunna sleppa til eina so góða konsert. Kanska í SALT-silo'ini í Suðuroy, Norðurlandahúsinum, ella ... !

Orð: Snorri Brend