Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Vit veita Gudi tøkk í Sands kirkju

26.09.2017 - 07:38 - Ásbjørn Jacobsen

Á eplafestivalinum í ár verður skipað fyri heysttakkargudstænastu við Havstein Klein, sóknarpresti. Leygarkvøldið 30. september kl. 18.00, savnast fólk í kirkju heima á Sandi.

Børn luttaka við at bera grøðina fram í kór, so vit síggja ein part av grøðini, vit fara at takka fyri.

Undir eini tílíkari gudstænastu er høvi at veita Gudi tøkk fyri grøðina við sálmum, bøn og offurgongd. Tá fólk koma inn í kirkjuna, fáa tey ein brævbjálva, sum tey kunnu leggja heysttakkargávuna í. Undir eini offurgongd fer kirkjufólkið fram at altarinum og leggur gávuna á altarið. Gávan fer til Luthersku kirkjuna í Tansania, í landslutinum Mara, til at útbúgva deknar og hjálparprestar.

Eplafestivalurin verður hildin í Trøðum á Sandi. Har eru tiltøk av ymsum slagi. Matur verður gjørdur og høvi verður at njóta grøðina, sum er fingin til vega.

Í ár taka konfirmantarnir lut í gudstænastuni við upplestri, bøn og øðrum.