Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Við Gudi úti í gerandisdegnum

15.06.2017 - 08:49 - Ásbjørn Jacobsen

“Mítt góða er at vera Gudi nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum.” Sálm. 73,28.

Tað er gott og trúarstyrkjandi fyri ungdómin at hoyra eldri fólk vitna um, hvussu Gud greip inn og hjálpti teimum, eisini í tí smáa í gerandisdegnum.

Ein eldri kona, sum skuldi vera nakrar dagar á einum umlættingarheimi, greiðir soleiðis frá:
“Har vóru fleiri eldri konur, og um kvøldarnar sótu vit við ymsum handarbeiði. Eg var hin einasta, sum brúkti stoppinál. Tá ið eg seinni skuldi balla alt saman, var nálin burtur. Tað var ógjørligt at finna hana. At enda mátti eg bara fara til songar; men eg fekk ongan frið av hasari nálini. Kanska vaskikonan fór at fáa hana í hondina og fáa skaða av henni? Eg bað inniliga til mín Gud, at nálin mátti koma afturíaftur, og at einki ónt mátti henda.

Tá ið vit fingu millummála dagin eftir, sat ein eldri kona einsamøll við eitt borð. Hon veittraði meg yvir til sín, hon vildi hava onkran at práta við. Men tá ið eg kom yvir til hennara, mátti eg líka sum hyggja undir borðið! Løgið. Og har lá nálin. Mín nál! Eg kendi hana á einum lítlum merki. So fekk eg vitnað fyri konuni um mín Frelsara og hansara umsorgan fyri sínum - eisini í teimum allarminstu tingunum!”

Og ein onnur kona skrivar: “Eg haldi sunnudagsskúla og havi ein stóran part av teimum somu børnunum í kristni í skúlanum. Til páskirnar hevði eg brúk fyri onkrum eyka til teirra. Tann dagin, eg skuldi í sunnudagsskúlan, kom eg at hugsa um nakað serligt. Eg hevði nevniliga sæð nakrar myndir og eina grein í einum blaði, sum maður mín keypir. Men tað vóru fleiri ár síðani. Hesi bløðini lógu laðað upp inni undir vaðingini. Eg fór upp á loft, hóast eg visti, at hetta var púra burturvið. Nú sá eg, at bløðini lógu í tveimum stáplum umleið 70 cm høgir!   

Tá eg sá tað, segði eg við Gud: “Eg veit, at einki er ógjørligt hjá tær, og at tað nokk verður sunnudagsskúli, sjálvt um eg ikki finni hasar myndirnar; men tað skal verða, sum tú heldur vera best.”

So tók eg í eitt blað næstan niðast í øðrum bunkanum og dró tað út. Og tá ið eg læt tað upp, kom tað upp á miðsíðuna, og har stóðu myndirnar, sum eg leitaði eftir!

Eg fekk av sonnum nakað nýtt at siga børnunum, ikki bara tað, sum stóð í blaðnum, men eisini hvussu eg hevði funnið tað.”

Jesus sigur jú við okkum: “Sig teimum, hvørjar stórar gerðir Harrin hevur gjørt ímóti tær.” (Mark. 5,19) - Ja, tað er undurfult at fylgjast við Harranum fram gjøgnum lívið og at hava hann við í gerandisdegnum.

Effie Campbell umsetti.