Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Veking

21.07.2017 - 16:53 - Ásbjørn Jacobsen

Jesus sigur líknilsið um burturvilsta sonin, sum krevur arvin og fer út í verðina at liva lívið. Men illa gongst, hann endar í grísabingjuni. Har sær hann sítt mistak og ynskir seg heima aftur. Men gev tær far um, at Gud fer ikki yvir í grísaevjuna og togar hann upp. Maðurin má sjálvur angra, ganga í seg sjálvan, fara á føtur og byrja heimleiðina. Tá ið hann kemur so langt, at faðirin sær hann, fer faðirin rennandi ímóti honum, hálsfevnir og kyssir hann. Sonurin er komin aftur til faðirhúsið, og nú verður veitsla.
    
Hasin drongurin bleiv frelstur. Tá ið nógv fólk verða frelst í senn, siga vit, at nú er veking. Fyri 50 árum síðani var veking á Karmøy í Noregi. Tað var í juni 1967 undir tjaldmøtunum, sum Arne Gundersen og Egil Solheim stílaðu fyri í Skudenes á Karmøy, at tað hendi. Út ímóti 300 fólk vórðu frelst tær fimm vikurnar tjaldmøtini vardu. Bara tað eina týskvødið vórðu heili 26 hjún í tretivuárunum frelst.
    
Hetta vóru spentar politiskar tíðir. Í Ísrael herjaði seksdagakríggið, og tað lá í luftini, at Jesu afturkoma stóð fyri durum. Arne og Egil bæði prædikaðu og sungu og ein av songunum, sum varð nógv sungin, var hesin:

Nå mens skumringen sig senker, over stille dødstrett jord,
er det godt å være borger av hin stad.
Når vår frelser snart skal smykke oss ved herlig bryllupsbord.
Ja, Guds barn de kan i sannhet være glad.

Kór:
I de sene aftens stunder står Han speidende mot jord,
mens Hans tjener legger siste hånd på Himmelens bryllupsbord.
På et vink i fra Sin Far, Han henter brudeskaren hjem,
å min venn, skal du da være med blant dem.

Profetiene oppfylles, Israel får igjen sitt land.
Herlig frukt fremtrylles der det før var sand.
Fikentreet står i knopper, snart det springer ut i blomst,
dette tegn bebuder Brudgommens gjenkomst.

Bliver du med, når Jesus kommer, vil du møte Ham i sky,
vil fra verdens larm du finne sikker ly?
Han har kalt deg mange ganger, nå Han kaller dig på ny,
la ei nådens siste time fra deg fly!”

Tað var ein bønarandi, sum var útoystur yvir fólkið. Vit liva nú í einari aðrari tíð. Arbeiðshættirnir broytast. Men boðskapurin er hin sami! Tað eru lyftini í Bíbliuni eisini!
                    
Effie Campbell umsetti.