Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Veikleikin hjá Gudi

13.06.2017 - 08:22 - Úr Sunnudagsblaðnum nr. 8 - 2015

Og veikleikin hjá Gudi er sterkari enn menniskjan. 1. Kor. 1,25.

Týðiligast sæst hetta við Jesu kross. Ongin rættir hond frá síðu at forða fyri, at skarnsgerðin verður fullførd. Teir hava sligið hann og spýtt á hann; teir hava háðað og spottað hann, og nú er hann negldur á krossin. Eitt av teim sjey krossarorðunum er: “Faðir, fyrigev teimum, tí teir vita ikki, hvat teir gera.”

Vilt tú síggja veikleika Guðs, skalt tú stilla teg undir Jesu kross. Men tú mást vænta, at ljósið sker í eyguni. Við krossin møta vit nøkrum, sum ikki er av hesum heimi, og tí mugu vit endurmeta hugsanir okkara. Hvat er styrki? Hoyra harðskapur og styrki saman? Er makt tað sama sum eitt roysnisbragd? Um so er, er tað ikki hjá tí krossfesta, vit skulu leita. Ein og hvør sær, at krossurin er veikleikans tekin.

Hví leita menniskju so enn til krossin? Har má vera onkur orsøk. Er ein fjald styrki at finna har? Ja, tað er tað. Styrkin í hesum heimi ber ótta og ræðslu við sær. Tað ónda í heiminum og í okkara egnu hjørtum er ræðandi. Vit sleppa ikki frá spurninginum: Er ikki ein onnur styrki til? Jú, og bara við Jesu kross fáa vit spurningin svaraðan.

Veikleikin hjá Guði er sterkari enn menniskjan. Mundi Pilatus ikki hava eina hóming av hesum, tá ið hann sló nevan í borðið og segði: “Tað, sum eg havi skrivað, havi eg skrivað?” – Kærleikin er sterkasta megin, men hann er ikki førur fyri at skjalprógva styrki sína: hann kann bara elska, tola, líða, doyggja. Og hvat hevur tað við styrki at gera?

Bara trúgvin sær, at Guðs veikleiki er sterkari enn menniskjan. Tá ið trúgvin sær tað, umskapast hon til tøkk og tænastu og trúskap - líka til deyða. Trúskap móti honum, sum prógvaði, at kærleikin sigrar, hóast styrkin í hesum heimi tykist at vera tann sterkara

Tú veitst tað væl, mítt hjarta,
at megi Guds er sterk,
men fíggindi Guds mangan
tær gjørdi skaðaverk.
Tú stríð tó í tí treysti
- um fall tær fell í lut –
at fíggindin er sterkur,
men sterkari er Gud.