Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Væl eydnað bíbliucruise - Norrøna 16 – 18 juni

02.07.2017 - 21:20 - Tíðargrein

Bíbliu- og tónleikaferðin við Norrønu, sum var vikuskiftið 16 – 18 juni, er farin afturum í øllum góðum. Fleiri enn 100 fólk meldaðu seg til ferðina, sum stórtrivust undir øllum túrinum. Luttakararnir komu frá ymiskum samkomubakgrundum, sum als ikki gjørdi ferðina minni litríka.

Farið varð av Havnini kl. 05:00 fríggjamorgunin við gott 800 ferðafólkum. Fyrsta punktið á skránni var fríggjadagin kl.13:00, tá tað varð kunnað um innihaldið í Bíbliu- og Tónleikaferðini. Longu tá varð lagt út við sangi, og tað merktist við tað sama, at fólkð í hópinum longu tá varð samansjóðað til eina eind, sum eyðkendi alla ferðina.  

Orsaka av renoveringum umborð á Norrønu, so upplivdu luttakararnir eina innanborðabroyting, sum bert var við til at gera upplivingina enn betur. Tann stóra broytingin sást aftur í Norrøna-Bufféini, sum bæði er moderniserað og gjørd munandi størri, og sjálvur matdiskurin er vorðin størri, sum merkir, at tað nú er nógv rúmligari við diskin.

BÍBLIUTÍMAR OG TÓNLEIKUR

Menniskjan livir tó ikki av búffé eina, men eisini av orði Guds, sum varð borið fram í formi av sangi, vitnisburði, lesnaði, samtalum og ikki minst við bíbliutímum. Tað vóru fýra bíbliutímar undir ferðini, har Svenning av Lofti undirvísti út frá lívssøguni hjá patrialsku familjunum í Gamla Testamenti Ísak, Rebekka, Jákup og Esau.

Jógvan Páll sevdal undirvísti um Jesu afturkomu, har hann eisini kom inn á trongdartíðina í Opinberingsbókini. Eisini fingu luttakararnir fyrilestur um Congo-Trúboðaran og Havnamannin Dollan, sum Óli Jacobsen hevði, samstundis sum hann vísti upprunamyndir frá Congo, sum Dollin sjálvur hevur tikið.

Um kvøldarnar vóru tað tónleikararnir, MC Restorff, Svein í Prestgarði, Dia Hvannastein, Rúni Rógvason og Eyðun Jacobsen, sum áttu skránna. Í heilar tveir tímar fyltu teir skránna út við eini breiðari viftu av solo, duettum, trio og felagssangi.  

Í HIRTSHALS
Klokkan 12:30 leygardagin sigldi Norrøna í góðum veðri inn í havnina í Hirtshals, tá tveir bussar stóðu til reiðar at koyra fólkið niðan í gongugøtuna. Fólkið fekk hálvantriðja tíma í gongugøtuni, sum handilslívið  fekk ágóðan av. Samkomuhúsið Malta, sum liggur beint inn frá gongugøtuni, var opið, og har var sett ókeypis drekka á borðið, sum var ein kærkomin hvíldarhavn eftir innkeypið í gongugøtuni. Fyristøðuhjúnini Anna og Hans Djurhuus eiga stóra tøkk fyri teirra blíðskap.

Tá klokkan var farin av fýra fór Norrøna úr Hirtshals við kós móti Føroyum, og sunnukvøkldið kl.22:30 var ferðalagið aftur á Havnini, eftir eina ríka ferð í góðum felagsskapi, í góðum veðri og ongum rulli.   

Kristiliga tíðindatænastan

v/Poul Jóhan Djurhuus

gjaranes@gmail.com