Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Uppskotið um hjúnabandslógina samtykt

30.05.2017 - 15:43 - Ásbjørn Jacobsen

Løgtingið samtykti fyri løtu síðani uppskotið um løgtingsmál nr. 102/2016, um at broyta hjúnabandslógina.

18 atkvøddu fyri og 14 ímóti.

Fýra broytingaruppskot frá limum í andstøðuni fullu, eisini uppskotið um at fáa málið út til fólkaatkvøðu.

Sostatt skal kirkjan nú sjálv gera av, um hon vil signa borgarliga vígd samkynd ella ikki.


Sí eisini skriv frá biskupi: Biskupur á fundi við Mentanarnevnd Løgtingsins tann 10. mai 2017