Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Uni Rasmussen á GLS

20.11.2017 - 08:49 - Ásbjørn Jacobsen

Í tíggju ár hava føroyingar havt møguleikan at koma til árligu GLS leiðsluráðstevnuna, og hevur Norðurlandahúsið verið fullsett mestsum hvørja ferð.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrarhaldararnir hava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða einum av.

Føroyska íkastið hesaferð verður Uni Rasmussen. Uni er 49 ár, búsitandi í Norðragøtu og giftur við Emmu. Í sínum ungu døgum arbeiddi hann sum bilmekanikari, og sum 21 ára gamal gjørdist Uni blindur í einum bilóhappi.

Nøkur ár seinni tók hann útbúgving sum vøddamýkjari, og arbeiðir nú sum sjálv støðugur vinnurekandi. Umframt tað hevur Uni seinastu árini verið stjóri á Hotel Runavík, og býráðslimur í Eysturkommunu.

Útlendsku fyrilestrarhaldararnir verða m.a. Bill Hybels, stovnarin av Willow Creek í Chicago, sum aftur í ár fer at geva okkum íblástur og praktisk leiðsluráð. Framleiðslustjórin á Facebook, Sheryl Sandberg, tosar m.a. um at finna lívsmótið aftur og at síggja framá eftir at hava havt mótgongd. Immaculée Ilibagiza fortelur um ræðuligu hendingingarnar í Rwanda í 1994 - hvussu hon yvirlivdi fólkamorðið - og um trúgv, vón og fyrigeving. Fyrilestrarnir verða vístir á stórskíggja, og hava teir føroyskan tekst.

Altjóða leiðsluráðstevnan The Global Leadership Summit verður hildin í Norðurlandahúsinum 19. og 20. januar 2018.

Nærri kunning er at finna á www.gls.fo.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=dH_TzJPrY1E&feature=youtu.be]