Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Um okkum


Kristin.fo byrjaði 1. november 2012 og er ein portalur við kristiligum innihaldi.

Portalurin Kristin.fo er ikki heftur at nøkrum felagsskapi, rørslu, kirkju ella samkomu, men er privat ogn.

"Tí at navn Harrans vil eg kunngerða; geva skulu tit Guði várum heiður." 5. Mós. 32, 3

Bøn og vón okkara er, at mong mega hoyra og trúgva, at: "so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív." Jóh. 3:16.

Kristin.fo
Áargarður 15

520 Leirvík
Telefon: 597777
 
V-tal: 548723
Konta: BankNordik: 6460-3785639
Norðoya Sparikassi: 9865-4166307

Teldupostur: aj@kristin.fo
Portalur: www.kristin.fo
Dáma og fylg okkum á Facebook
Fylg okkum á Twitter

Eigari og ábyrgd:
Ásbjørn Jacobsen.
Hevur m.a. starvast ráðgevi hjá KFUM-skótunum og sum aðalskrivari hjá Heimamissiónini, Bláa Krossi og Bíbliufelagnum.

Hesum trúgva vit

Kristin.fo er ein portalur við kristiligum innihaldi og ynskja vit at bera kristilig tíðindi, boða gleðiskapin um vón og ævigt lív í Jesusi Kristi til føroya fólk.

Vit fylgja Jesusi, Bíblian er grundarlag, lærubók og vegleiðari okkara og vit tilbiðja hin tríeiniga Gud sum skapara himins og jarðar.

Við Jesusi Kristi eiga vit vón. Vit trúgva, at Hann er einasti vegur til frelsu, og tað er hægsta ynski okkara, at deila trúnna og vónina við onnur.

Kristin.fo skilar sær rætt til at vísa frá sær greinar o.a., sum ikki samsvara við sjónarmið og krøv hjá Kristin.fo, ella sum ikki lúka tær treytir vit hava fyri portalin.

Við ynskjum um Guds ríku signing!

www.kristin.fo

Stuðla kristin.fo. Les meira her...