Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Tvey Teen-Street flogfør - tannáringar á ferð!

26.07.2017 - 18:54 - Skrivað hevur: Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@gmail.com

Í morgin, hósdagin 27. juli, fara ikki færri enn 395 føroyingar á Teen-Street legu í Suður-Týska býnum Offenburg. Farið verður við tveimum flogførum úr Vágunum ávíkavist kl.05.00 og kl.12.20. Flogið verður beinleiðis úr Føroyum til Týsklands.

Av hesum eru 249 tannáringar frá 13 – 17 ár, og 130 vaksin, sum skula hjálpa til á ymiskum arbeiðsøkjum.

Leiðslan fyri Teen-Street hevur sent út eitt tíðindaskriv, har boðað verður frá, at foreldur, samkomuleiðarar, vinfólk ella kenningar eru vælkomin at vitja á Teen-Street. Vitjunartíðin er hvønn dag frá kl.08:30 til 22:30 Vitjandi gjalda eitt ávíst gjald, sum liggur millum 70,00 og 150,00 krónur, treytað av nær á degnum  ein vitjar. Tá er døgurði og nátturði íroknað, og vitjandi eru vælkomin at vera við til øll felagstiltøk uttan meirkostna. Møguleiki er at parkera bilin tætt við Teen-Street økið.

TRYGDIN
Trygdin á Teen-Street er í hásæti. Foreldur og onnur spyrja um hvussu tað er við trygdini við atliti til yvirgangsatsóknirnar í Europa í seinastuni. Til hetta sigur leiðslan í Teen-Street, at eitt trygdartoymið er knýtt til leguna, sum tekur sær av trygdini burturav. Tað er ein væl útbúgvin trygdarløgreglumaður, sum hevur leiðsluna um hendi, sum eisini samstarvar við myndugleikarnar og løgregluna í býnum.  

Legan endar týsdagin 01. august, og flogið verður við tveimum flogførum beinleiðis til Føroyar mikudagin 02. august ávíkavist kl. 06:50 og kl.14:20. Flogtíðin er 3 tímar.

SAMBAND

Upplýsingar um addressuna hjá Teen-Street er at síggja á OM.FO   Um ein ynskir at koma í samband við Teen-Street er ein vælkomin at ringja til Elisabeth Christiansen, tlf: 224010 - Margareth Djurhuus, tlf: 548104 - Randi Hansen, tlf: 581224 ella Símun Jóanesarson Hansen, tlf: 734040. Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna: teenstreet.fo