Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg

16.07.2017 - 12:20 - Ásbjørn Jacobsen

Tað hendi ein hvíludag, tá ið hann kom inn í húsini hjá einum av teim hægstu Farisearunum at halda máltíð, at teir góvu gætur eftir honum. Og sí, ein vatnsjúkur maður stóð framman fyri honum. Og Jesus tók til orða og segði við hinar lógkønu og Fariseararnar:”Er tað loyviligt at lekja um hvíludagin ella ikki?” Men teir tagdu. Og hann nam við hann og lekti hann og lat hann fara avstað. Lukas 14,1-4.

Í frásøgnini um Jesus, tá ið hann grøddi ein vatnsjúkan mann ein hvíludag, verður sagt, at teir lógkønu og Fariseararnir ”góvu gætur eftir honum. ”Aloftast var endamálið at finna okkurt, sum teir kundu klaga hann fyri.

Men eisini vit eiga at geva gætur eftir Jesusi, tí at tað kann eisini bera nakað gott við sær – ein fatan av, at her er nakað, sum vit kunnu læra. Tí mega vit hoyra orð hansara og geva tí gætur.

Ein sannur kristin er ikki bara ein, sum hugaliga hoyrir orðið, men tað er eisini ein, sum vil nýta tað, sum hann hevur hoyrt, í dagligum lívi og yrki.

Jesus hevði ikki at teimum lógkønu og Farisearunum, tí at teir vildu halda hvíludagin heilagan. Tað eiga vit eisini at gera.
Eingin kann av røttum nýta tekstin um hin vatnsjúka mannin til at bróta triðja boð:”Minst til at halda hvíludagin heilagan.”
Men teir gloymdu í hesum viðfangi kærleikans gerning, tá ið teir vildu siga, at tað var synd at grøða um hvíludagin.

Bókstavtrúskapur teirra móti lógini køvdi so mangan kærleikan, tí at teir ikki dugdu ella ikki vildu lesa heildartekstin inn í støðuna ella tíðina. Teir høvdu ikki tikið profetaorðini at sær:”Til kærleika er mín hugur, ikki til sláturofra,” ella orð ápostulsins:”Andin lívgar, men bókstavurin drepur.”

Hjá Jesusi síggja vit, hvat miskunn og kærleiki er. Miskunn og kærleiki, ella hvør næsti okkara er, eru ikki bara evni til gudfrøðiligt orðaskifti. Tað er eisini nakað, sum eigur at sýna seg í verki, og tá hava vit ikki altíð greiðar reglur at halda okkum til ella uppskrift, tí at umstøður og viðurskifti kunnu vera so ymisk. Men vit hava tó kærleiksboðið um at elska Guð og næstan, sum ber øll hini boðini.

Honum, sum víst er náði, hevur einki at rósa sær av. Hann skal bert royna at vísa øðrum somu náði og sama kærleika, sum honum sjálvum hevur verið fyri. Við øðrum orðum: Vit eiga at tæna hvør øðrum. Sum ápostulin sigur við kirkjuliðið í Galatalandi:”Tænið hvør øðrum í kærleika. Tí at øll lógin er uppfylt við einum orði, við hesum:”Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.””

Latum okkum øll biðja!
Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur