Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Tú kanst vera ein bjargingarklettur í vatnflóðini

16.09.2017 - 08:53 - Tíðindaskriv

Góði stuðul og lívbjargari!!

Skúlin hjá Barnamissiónini Home of Peace er raktur av vatnflóð! Ógvusligt monsunregn og áir, ið eru farnar langt upp um áarbakkarnar, hava ført til tað ringastu vatnflóðina í áratíggjur í Bangladesj. Tá vatnið floymdi inn á Home of Peace, var skjótt 10 cm av vatni um alt gólvið í skúlabygninginum. Skúlin stongdi, og børnini noyddust at vera verandi í bústaðarbygningunum.

Sjúkur og eiturslangur

Vatnið hevur nógvar vandar við sær, ikki minst smittandi sjúkur. Ein annar vandi er eiturslangur. Tá holurnar hjá slangunum fyllast við vatni, royna tær at koma sær til turrari støð. Á skúlaøkinum hava tey longu sæð fleiri eiturslangur.

Home of Peace hevur roynt at gerast sjálvbjargið við mati. Umframt fiskaaling, hønur og neyt hava tey stórar akrar við grønmeti og eisini frukttrø. Soleiðis sleppa tey undan t.d. at keypa grønmeti, og næmingarnir læra at dyrka jørðina.

Men nú standa akrarnir undir í vatni, og grøðin rotnar. Maturin má tí keypast, og av tí at alt økið er rakt, verða matvørurnar innfluttar, og matprísirnir eru í einum farnir upp við 30%.

100 kr kunnu bjarga tveimum børnum

Home of Peace er ein kostskúli fyri 400 børn, sum koma frá tí mest útsetta minnilutabólkinum,  teimum kristnu. Í muslimska Bangladesj eru bara 0,2% av fólkinum kristin, og tey havna niðast á  samfelagsstiganum. Nógv er analfabetar og hava tey ringast løntu størvini.

Her kemur Barnamissiónin inn og gevur børnunum ein nýggjan møguleika. Á skúlanum fáa børnini tríggjar máltíðir um dagin og eina útbúgvin, ið broytir teirra lív. Við skúlanum byggja vit eitt nýtt ættarlið upp.

Men nú er grundarlagið næstan tikið undan Home of Peace, og næmingarnir á skúlanum hava brúk fyri okkara hjálp. Tí biðja vit um eyka hjálp til tey raktu, til at gjalda tær stóru útreiðslurnar til mat, men eisini til at gera akrarnar brúkiligar aftur og til at keypa nýtt fræ.

Eg biði teg av mínum innasta hjarta at vera ein bjargingarklettur í vatnflóðini og at hjálpa børnunum á Home of Peace. Fyri 100 kr kanst tú gjalda fyri tær eyka matútreiðslurnar hjá tveimum børnum í uml. ein mánaða.



Vinarliga

Bo Wallenberg

Aðalskrivari

 

Tú kanst geva gávuna her:
Skandinaviska Barnamissiónin

Postgiro; 9870-4310471
Norðoya Sparikassi: 9865-101.620.7
Betri Banki: 9181-120.980.0
BankNordik: 6460-101.594.1
Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.148.1

Viðmerk gávuna "Vatnflóð"


Skandinaviska Barnamissiónin
við Jesusi - fyri børnini


Heimasíðan hjá Barnamissiónini: www.barnmissionen.se