Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Trúgv er ikki kenslur

20.09.2017 - 10:16 - Ásbjørn Jacobsen

“Vit ganga í trúgv, ikki í skoðan.” 2. Kor.  5,7.

Máliskan trúgv verður ofta misskild. Mong hugsa sær trúnna sum eina kenslu, okkurt tey kunnu føla og gleða seg um. Trúgv er kortini einki, sum kann følast, men hon er álit á Gud.

Tað torføra hjá okkum menniskjum er, at vit vilja síggja og føla í staðin fyri at taka Gud upp á orðið. Tað, sum vit síggja við eygunum, er sjálvandi lætt at trúgva; men tað er ikki tann trúgvin, Bíblian talar um. Av tí at Gud ikki kann síggjast við tí natúrliga eyganum, er torført hjá okkum at skilja hann sum ein veruleika.

Vit blanda so lætt trúgv og kenslur saman; men tann trúgvin, sum hvílir á kenslum, er ikki trúgv.

Trúgvin lítur á Guds lyfti og roknar tey at vera sonn uttan at leggja í ytri umstøður, og bíðar hon eftir at síggja tekin, verður hon ongantíð sterk. Jú meira avgjørt eitt fótafet í trúnni er, jú meira kraft kemur burtur úr tí.

Trúgvin kann metast sum hitt hægsta virkið hjá menniskjasálini og er ein lívstreyt fyri hana. Jákup skrivar: “Tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum.” Ják. 1,6.

Tað er ein kendur lutur, at jú sterkari trúgv eitt menniskja hevur, jú lættari er at vinna á trupulleikunum, sum møta tí á leiðini, og hin kristna trúgvin hevur yvirnatúrlig evni at sigra á freistingum, sum koma.

Trúgvin er guddómlig, ein megi innan í okkum, sum er okkum givin av Gudi. Fyri at skilja vísindaligir lutir noyðast heilin og skilið at arbeiða, men fyri at trúgva tí guddómliga krevst álit á Gudi.

Trúgvin er júst hetta, at hon er fest móti tí, sum kunnleikin ikki megnar, og tað er við henni, at vit verða sett í samband við teir ævigu lutirnar.

“Men eg kann ikki trúgva, uttan at Gud gevur mær trúnna,” siga mong. Tað er púra rætt, tí trúgvin kemur av, at Guds orð verður boðað. Hvar liggur so brekið? Kann tað ikki vera vantrúgv, sum forðar Heilaga Andanum í at hjálpa okkum at trúgva? Guds undur eru allastaðni; men tað stendur upp til hin einstaka, um hann vil trúgva teimum. Tann frið, sum Jesus vann okkum á krossinum, ogna vit okkum heilt einfalt við at trúgva á, at tað er satt, tað sum Jesus gjørdi fyri okkum.

Tann einasti mátin, har trúgvin fær vaksið, er at vísa meira trúgv, og vit mugu ikki gloyma tann týdningarmikla sannleikan, at um vit draga okkum undan at trúgva, so kemur ivin og tekur plássið har, sum trúgv og vón áttu at verið.

E. Campbell umsetti.