Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Tofta Streingjakór 60 ár

24.09.2017 - 08:49 - Ásbjørn Jacobsen

Fyrsta páskadag í 1957 sang Tofta Streingjakór fyri fyrstu ferð.

Síðani hevur kórið syngið til møtir, gudstænastir, v.m. um landið og verið uttanlanda.

Fýra LP-plátur hevur kórið givið út við fýra sangum á hvørji LP.

Kórið hevur bara havt tveir kórleiðarar, og eru teir Sørin Steinhólm og Hans Jákup Hansen.

Íkvøld kl.19.00 verður hátíðarløta í Tabor á Toftum, fyri og saman við Streingjakórinum.

Kl.17.30 eru øll sum hava sungið við kórinum gjøgnum árini vælkomin til at venja nakrar sangir, sum vera sungnir á møtinum.

Øll eru vælkomin til hátíðarløtuna.