Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


TILTAK Á TINGHÚSVØLLINUM - stór mannfjøld á Vaglinum

29.05.2017 - 18:42 - Lesarabræv

Seinasta leygardag skipaði ein tvørkirkjuligur bólkur fyri tiltaki frammanfyri Løgtingshúsinum.

Tiltakið var ein friðarlig støðutakan ímóti at broyta verandi hjúnabandslóg. Ein hálvan tíma undan tiltakinum var ikki nógv fólk at síggja, men kl.13:00, tá tiltakið byrjaði,  var ein stór mannfjøld komin saman á Vaglinum. Tað hevði hug at regna, men annars var veðrið gott.

Ein skrá var gjørd, sum byrjaði við, at stigtakarin til tiltakið, Anja Bjerkenes, bjóðaði fólkinum vælkomnum. Síðani var sangurin “Boðar tú til allar tjóðir” sungin sum felagssangur undir leiðslu av Heina Lútzen.

Síðani helt Poli Jacobsen úr Saltangará eina kunnandi røðu um, hví man hevði eitt tiltak sum hetta. Í røðuni segði Poli m.a.:

”Vit eru komin saman her fyri at vísa Føroya Løgtingi og Føroya fólki okkara støðu til ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini. Við okkara luttøku í dag, standa vit saman um tað siðbundna hjúnabandið, og vilja vísa á og staðfesta, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu....................Vit hava tað fatan, at ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini koma at hava grundleggjandi broytingar fyri okkara samfelag, og at hesar broytingar vilja sum frálíður, máa støði undan einum av hornasteinunum undir okkara samfelagsskipan, hjúnabandinum. ...............Vit ynskja tí hervið inniliga at heita á løgtingslimir um at umhugsa sína støðu soleiðis, at ætlanin at broyta hjúnabandslógina verður slept.”

Eftir at Poli Jacobsen hevði hildið røðuna, bað presturin, Ann Dahl Hansen, bønina Faðir Vár saman við stóru mannfjøldini, og til seinast var tjóðsangurin sungin.  

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com