Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Til Tansania sum trúboðarar

30.05.2017 - 08:53 - Kelda: trubodin.fo

Kristiana og Jóhannes Finnsson í Runavík fara í august til Tansania, har Jóhannes hevur fingið starv sum lærari. Men tey skulu eisini virka sum trúboðarar.

– At virka sum trúboðarar er ein visjón, sum vit bæði hava. Hetta er eitt svar uppá tað, og vit vilja vera honum lýðin. Vit vilja tæna Gudi og hava biðið hann senda okkum hagar, sum hann vil, at vit skulu vera, siga tey.

Verða umboðað av Heimamissiónini
Hóast Heimamissiónin ikki beinleiðis sendir Kristianu og Jóhannes út, er avtala gjørd um, at Heimamissiónin umboðar tey her heima í Føroyum. Tað merkir at hava andliga umsorgan fyri teimum, forbøn, at kunna um arbeiði teirra í Tansania og um bønarevni frá teimum, eins og at hjálpa til við ymiskum praktiskum viðurskiftum, so sum bankakontu til teirra, sum vilja stuðla arbeiðinum í Tansania. Hinvegin er tað arbeiðsgevarin í Tansania, HOPAC, sum hevur starvsfólkaábyrgd, herundir trygd, og feltábyrgd í Tansania.

Til teirra, ið vilja stuðla Jóhannes & Kristianu Finnsson og arbeiði teirra í Tansania, er konta 6460-183.026.2 í BankNordik sett av til endamálið. Trúboðin ætlar at kunna um arbeiði teirra av og á. Tað ber eisini til at fylgja við á egna bloggi teirra: finnssonsindar.wordpress.com, og í okkara talgilda heimi er lætt at samskifta tvørturum alla jørðina. Tí høvdu Jóhannes & Kristiana eisini sett prís uppá at hoyra frá fólki í Føroyum og samskift á talgildu miðlunum.

Øll samrøðan stendur at lesa í Trúboðanum, sum kom út 10. mai.