Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Tann sum vil verða ríkur...

13.07.2017 - 10:03 - Kelda: kmf.fo

Ein av størstu hóttanum móti kristnu trúnni nú á døgum er materialisma. Tað vandamikla er, at hon ikki bara freistar tann ríka, men eisini tann, sum vil verða ríkur.

"Eingin kann tæna tveimum harrum; tí at annaðhvørt vil hann hata annan og elska annan, ella vil hann halda seg aftur at øðrum og vanvirða annan. Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon. Av hesi søk sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fáa at fara í." Matt. 6,24-25a

Hesi ørindi eru partur av eini størri heild. Ørindini 19-24 eru ein ávaring ímóti at savna sær gripir á foldum, tí einki her á fold heldur ævigt og eingin kann heldur kann tæna bæði Gudi og mammon. Ørindini 25-34 eru ein áheitan um ikki at stúra, tí faðir okkara á himli veit, hvat okkum tørvar.
Hesi bæði brot eru kend hvør sær, men fáur leggur merki til, at tey hanga tætt saman. Materialisman og stúranin hava nevniliga somu orsøk og eru tvær síður av sama trupulleika: At menniskjað ikki lítur á Gud!

Materialisma
Materialisma er at tráa eftir og savna sær ognir, sum um tær eru tað týdningarmiklasta í lívinum. Fá av okkum høvdu torað at kalla deyðar lutir tað týdningarmiklasta í lívinum, men spurningurin er meira, um vit liva, sum um tað var so!

Sambært hagtølunum hava vit í Vesturheiminum ongantíð hava havt so nógvan pening um hendi sum nú. Samstundis tykist tað at verða alt truplari hjá mongum missións- og hjálparfelagsskapum at fáa nóg mikið av peningi til virksemi teirra. Hóast hagtøl ikki siga allan sannleikan, kunnu vit ikki nokta fyri, at tey avdúka rák og lyndi.

Eg eri bangin fyri, at materialisma er ein tann stórsta freistingin fyri okkum kristnu í okkara parti av heiminum nú á døgum! Deyðir lutir fylla hjartað alt meira, so at tann dýrabara perlan (Matt 13,45-46), sum gleðiboðskapurin er, spakuliga verður trokaður av rókini. Fleiri peika eisini á, at materialisma er tann stórsta forðingin fyri andligum vøkstri. Tí ávarar Jesus okkum!

Tað ger hann ikki fyri at geva okkum áhaldandi ringa samvitsku um tær gávur, himmalski pápi okkara gevur okkum. Tað er ikki skeivt at eiga, takka fyri, nýta, njóta og gleðast um tað, sum Gud gevur okkum, heldur tvørturímóti (t.d. 1. Tim. 4,3-5).

Men manglandi nøgdsemi og tráan eftir meira eru vandamikil. Paulus sigur beinleiðis í 1. Tim. 6: "Teir, sum vilja verða ríkir, falla í freisting og snerru og mangar skilaleysar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjur niður í undirgang og glatan; tí at peningagirndin er rót til alt tað, sum ilt er; av teirri trá eru summir vilstir frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálvar við mongum pínslum." (ø. 9-10) Legg merki til, at Paulus ikki neyðturviliga tosar um rík, men um tey, sum vilja verða rík. Denturin liggur sostatt á tráanini eftir ríkidømi. Jesus ger okkum eisini greitt, at gripirnir á foldum ikki veita ta eydnu og gleði, sum vit droyma um. Hetta er óivað almenn vitan, men munnu mong okkara ikki kortini onkuntíð hugsa: "Bara eg vann eina millión (ella fleiri), so varð alt gott!"?

Teir deyðu lutirnir sleppa ikki undan møli, rusti og tjóvum. Tað siga bæði Jesus og náttúrulógirnar. Og kortini liva vit ofta, sum um deyðir lutir kunnu veita lív... Tí biður Jesus okkum heldur savna okkum gripir í himli. Tí har sleppur slit ikki framat og teir verða ikki merktir av tíðarinnar tonn. Teir vara alt lívið og yvir um deyðan. Hesar himmalsku gripir mugu vit festa eyguni á. Tá læra vit eisini at síggja teir jarðisku gripirnar í røttum ljósi.

Jesus ger tað ógvuliga greitt, at tað stutt sagt ikki ber til at tæna bæði Gudi og mammon. Tí báðir harrarnir krevja fullkomið lýdni av trælum sínum. Gud er í øllum førum ikki nøgdur við at "deila kamar" í hjarta okkara við avgudin mammon.

Stúran
Jesus heitir eisini á okkum um ikki at stúra fyri lívi okkara. Men stúranin hevur somu orsøk sum materialisman: At vit ikki líta á, at himmalski pápi okkara veruliga tekur sær av okkum.

Legg merki til, at Jesus fyrst ávarar ímóti at tæna mammon og síðani sigur: "Av hesi søk sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívi tykkara..." So tætt hanga tað materialistiska og tað stúrandi sinnið saman: At stúra er á ein hátt eisini at tæna mammon.

Soleiðis tykist kanska ikki at vera. Í okkara huga er ein materialistur gjarna ein ríkur persónur, meðan tann, ið stúrir, er fátækur. Men denturin hjá Jesusi liggur ikki á støddini á bankabókini. Nei, denturin liggur á vantandi hjartans áliti á himmalska pápa okkara. Og tá hava materialisturin og tann stúrni nógv til felags.

Vegna vantandi álit á Gud eru báðir ótryggir. Hjá øðrum kemur tað til sjóndar við, at hann dregur alt til sín, sum um lívið stendur í tí, hann eigur (Luk. 12,15). Hjá hinum kemur tað til sjóndar í stúran fyri, hvat dagurin í morgin man fara at bera. Men trupulleikin fyri báðar er, at teir ikki tora at hvíla í faðirsins tryggu ørmum - so løgið tað enn ljóðar. Tí hann tekur sær enntá av smáfuglum og plantum, ið hava nógv minni virði enn vit menniskju.

At stúra er ikki at rokna við Gudi. Hann elskar okkum. Henda kærleika sýndi hann við at geva son sín sum loysigjald fyri okkum. Hann er nú pápi okkara, sum eru í Kristi. Hann hevur skapað og frelst okkum og er eisini førur fyri at taka sær av okkum, sum hava slíkt óendaligt virði í hansara eygum, eisini likamliga og tímiliga.

Jesus lovar okkum ikki eina framtíð uttan trupulleikar - hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu. Men spurningurin er, um vit møta framtíðini í áliti á himmalska pápa okkara, sum ongantíð svíkur okkum.

"Gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur". 1. Tim. 6,6