Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Tað er einki virði í at vera viðgitin

04.08.2017 - 11:00 - Ásbjørn Jacobsen

“... Harri ... eina til tín stendur øll mín vón.” Sálm. 39,8.

Samfelagið er so  bergtikið av øllum teimum kendu í Hollywood, men tað er púra burturvið. Milliónir hava sum fyrimynd tey, sum eru vorðin viðgitin og hava havt framgongd, sjálvt um tað at vera “stjørna” ikki gevur tað nøgdsemi, tú verður freistaður at halda.

Tað kundi Marilyn Monroe havt sagt okkum, og eisini Elvis Presley og Michael Jackson. Hugsa tær tann tilbiðjan, sum fall Mohammed Ali í lut, tá ið hann var bestur. Hann var kendur sum “Heimsmeistarin, sum eingin kundi vinna á”.

Myndin av honum var oftari á permuni á ítróttarbløðunum enn myndir av nøkrum øðrum ítróttarmanni í søguni. Hvar hann enn gekk, fylgdu myndatólini við. Men ríkidømi og heiður og æra kunnu ikki keypa eina góða heilsu, og hann mátti lúta fyri Parkinsons sjúkuni.

Ítróttartíðindamaðurin, Gary Smith, var eina tíð saman við hesum heilsubrekaða ítróttarmanni í heimi hansara. Tíðindamaðurin spurdi, um hann kundi sleppa at síggja hansara heiðursmerki.

Ali fylgdi honum oman í eitt myrkt, ráligt og vátt fjós, sum stóð beint við sethúsini. Har, styðjað upp móti einum veggi, var ein fjøl við einari framsýning av minnislutum – myndum av “Thrilla í Manila”, myndir av Ali, sum dansar og boksar og lyftir meistaraskaps-beltini, hann hevði vunnið, upp um høvdið. Men myndirnar vóru blettutar av hvítum strípum frá dúgvunum, sum reiðraðust uppi á sperrunum. Ali tók fjølina og snaraði henni á, so at framsíðan vendi inn móti vegginum. So fór hann til gongu, og Smith hoyrdi hann mutla: “Eg hevði allan heimin, og tað var einki. Hygg nú at mær.

Sálmaskaldið skrivaði: “Bert sum ein skuggamynd maður gongur, bert tómleiki er allur hans hávi, hann savnar, men veit ei, hvørjum tað ognast. Hvat líti eg tá á, Harri Eina til tín stendur øll mín vón!” Sálmur 39,7-8.
                                
Effie Campbell umsetti.