Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Syngið við kvøld í Meinigheitshúsinum í Havn

24.09.2017 - 08:54 - Ásbjørn Jacobsen

Sunnukvøldið 24. sept. kl. 18.00 verður eitt "Syngið við kvøld" í Meinigheitshúsinum í Havn, við luttøku av Harmonikuvinum.

Talan er um eitt tiltak, har Harmonikuvinir spæla undir og luttakararnir syngja við, alt góðir gamlir missiónssangir, sum tú kennir.

Eisini luttaka Hanna og Terji Jacobsen úr Kollafiriði, hon við síni mandulin og hann við harmonikuni.

Eitt gott og gevandi kvøld.

Øll eru vælkomin!