Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Syndir tínar eru tær fyrigivnar

11.06.2017 - 09:31 - Kelda: Andaktsbókin Hvílið tykkum eitt sindur.

Syndir tínar eru tær fyrigivnar. Matt. 9,2.

Tað eru eingi orð, eg fegnari vil hoyra av Jesu munni enn hesi. Sum eg fegin vildi verið hann, ið lá við Jesu føtur við eygum frelsarans festum á seg, kanska eisini hevjaðum fingri peikandi beint á meg og so hoyra søgd hesi orðini: Syndir tínar eru tær fyrigivnar!

Men Jesus orð eru ævig. Tey siga tað sama enn í dag, og tey verða søgd til mín, so satt eg eri sannur fyri honum.

Á, tann sæla! Syndir mínar eru fyrigivnar!

Tað er einki, ið er so ræðuligt sum mín synd. Tey ringu føllini og tær dagligu syndirnar. Tað er einki, ið kann so knúgva meg og stjala megi mína sum tær.

Tær myrkja mær himmalin og taka gleðina frá mær. Um hann lýsti meg til heljar, hevði hann rætt til tess, og eg hevði ikki annað uppiborið.

Hann sigur harafturímóti: Syndir tínar eru tær fyrigivnar!

Tann gleði! Tann sæla! Tann ovurhonds sæla!