Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Summarlegan var eitt minni fyri lívið

28.06.2017 - 07:22 - Ásbjørn Jacobsen

Tvey børn, ið vóru á leguni í fjør summar – og sum leingjast aftur – eru Solomia og Olia. Báðar genturnar eru vaksnar upp í familjum uttan pápa, og hvørgin av teimum hevði verið á frítíðarferð fyrr. Tær góðu og stuttligu summarvikurnar í leguhúsinum í Dubechno hava tær borið við sær alt árið!

Ein stuttlig summarlega var ikki møgulig


Solomia kundi ikki so frægt sum droyma um eina summarlegu í fjør. Mammubeiggi hennara var á hermótinum, og mamma og omma hennara stúrdu illa og grótu. Meginparturin av pengunum hjá teimum fór til at stuðla mammubeiggjan. At sleppa á eina stuttliga summarlegu við spæli og vinum var ikki møguligt. Tí gjørdist gleðin sjálvandi stór, tá Solomia varð bjóðað á summarleguna í Dubechno! Tá hon var komin á leguna, elskaði Solomia bara alt. Har vóru stórir og ljósir bygningar, góð spælipláss, blómur allastaðni, góður matur og tað týdningarmesta – góðir og fittir leiðarar, og alt huglagið á leguni var fylt við kærleika og umsorgan.

Dagarnir flugu avstað

Tá Olia varð bjóðað á leguna, bleiv hon bæði glað og stúrin – hon hevði ongantíð fyrr verið so langt heimanífrá og visti als ikki, hvussu ein lega mundi vera. Áðrenn hon fór upp í bussin, hálsfevndi hon mammu sína og beiggjan fast og bað tey koma eftir sær, um henni ikki dámdi leguna. Men dagarnir á leguni flugu skjótt avstað! Olia fekk nógvar nýggjar vinir, leiðararnir vóru blíðir, og maturin var bara ótrúliga góður!

Tá Olia var komin heim aftur, skrivaði hon eitt takkarbræv til Barnamissiónina. ”Eg eri takksom fyri øll, ið góvu mær eina so góða tíð í Dubechno. Mær dámdi alt, men tað besta var, at eg skilti, hvussu høgt Gud elskar meg!”

Takk fyri gávurnar, sum gjørdi  hetta møguligt fyri Solimiu og Oliu!

Hvør dagur á leguni byrjar og endar við inniligari bøn til Gud. Hetta er ein løta, har børnini siga frá teirra dreymum og trupulleikum, har tey lata síni hjørtu upp fyri Gudi og læra at lýta á hann. Og Harrin broytir á undurfullan hátt lívini hjá børnunum – grøðir særd hjørtu, endurnýggjar samfelagið við familjurnar, gevur vón og fevnir øll við sínum botnleysa kærleika. Á leguni fáa børnini alt teimum tørvar – 5 sunnar máltíðir, leiku, klæðir, skógvar og eisini Barnabíbliuna ella annan kristnan lesnað.

Túsund takk til allar okkara stuðlar fyri at tit stuðla summarvirkseminum hjá Barnamissiónini.

Tygum kunnu eisini stuðla Barnamissiónini við at RINGJA 905657
og kr 100 verða skuldskrivaðar tíni telefonrokning.

Skandinaviska Barnamissiónin
Við Jesusi - fyri børnini