Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Summarið hjá Skandinavisku Barnamissiónini í Ukraina

27.09.2017 - 16:58 - Ásbjørn Jacobsen

Í summar hevur Barnamissiónin verið við til at givið uml. 21000 børnum eina góða summarfrítíð í Dubechno og á 17 øðrum kristiligum legum! WOW! Gud er stórur! Tá eg legði tølini saman, varð eg púra ovfarin sjálv...Sum Gud ger eitt fantastiskt verk í Ukraina, og hvør ein gleði at vera partur av Hansara stóra verki! Summarið er ein serlig tíð hjá okkum, tí Barnamissiónin hjálpir nógv á ymiskum barnalegum og hevur nógv møtir og tiltøk fyri treingjandi børn.

Starvsfólkið tekur sær væl av húsunum hjá Barnamissiónini – skrivstovubygningurin er so vakur við ymiskum prýði, rósum og øðrum blómum. Børn í grannalagnum koma ofta at spæla í garðinum :)

Her er ein myndafrásøgn frá summarinum hjá Barnamissiónini í Ukraina. Eg vóni, myndirnar fara at hita tykkum um hjørtuni og gera dag tykkara glaðari. Túsund takk fyri alt, tit gera fyri Guds minstu!

Ein av 17 kristiligum legum. Barnamøti á kristiligari legu í bygdini Tsuman. Meir enn 500 børn úr Tsuman og bygdunum næryndis høvdu eina so góða viku á leguni.

Hvør dagur á leguni byrjaði við bøn og eini ferð gjøgnum Bíbliuna. Bíbliutímarnir innihildu nógv spæl og vóru áhugaverdir hjá børnunum. Børnini lærdu eisini nógvar andaligar sangir og sungu teir við gleði fyri foreldrum og vinum.

Allir dagar á leguni vóru nakað serligt.
Børnini lærdu so nógv stuttligt: at gera fuglabúr, at gera ymiskar figurar úr pappíri, at syngja, at binda húgvu og turriklæði, at brodera lummaturriklæði... Øll kundu finna okkurt at gera.
Aftan á døgurða kundu børnini taka lut í ítrótti og kappingum ella fara til ymiskt ítriv, sum tey høvdu áhuga fyri. Dagarnir á leguni flugu avstað.

Hvør lega endaði við einari stórari samkomu, har børnini bjóðaðu foreldrum og vinum og vístu alt, tey høvdu lært á leguni. Børnini bóðu og takkaðu Gudi fyri teir góðu dagarnar, bóðu Gud signa foreldur og familju, bóðu fyri Ukraina og friði í landinum. Og tey takkaðu eisini Gudi fyri tykkum, góðu stuðlar, takkaðu fyri tykkara bróðurkærleika og stuðul!

1614 børn hava í summar havt góðar dagar á Dubechno leguni! Á myndini niðanfyri eru tað foreldraleys børn úr Holovno og børn úr familjum við stórum avbjóðingum, sum stuttleika sær á Dubechno leguni.

Hvørt ár gera pastor Mykola og hansara fólk okkurt nýtt í Dubechno, í ár var tað nýggj wc og baðirúm.

Og sum altíð er maturin í Dubechno fantastiska góður!

Í summar hevur Barnamissiónin vitjað sjúk børn á barnasjúkrahúsinum í Volyn, á TBC, psykiatriska sjúkrahúsinum og øðrum sjúkrahúsum. Vit bóðu fyri børnum, hjálptu við mati og heilivági og øðrum neyðsynjarvørum. 68 álvarsliga sjúk børn fingu stuðul til heilivág, meir enn 1600 sjúk børn fingu dagliga hjálp til mat, 160 nýføðingar fingu vøkur bundin klæðir og annað! Gud er góður!

Í august fekk barnasjúkrahúsið í Volyn eina sera stóra gávu úr Svøríki – ein nýggjan lasara! Vit eru leiðara okkara í Barnamissiónini Hr Wallenberg, góðu Dr Agnetu og fyritøkuni Ellipse sera takksom. Læknar á sjúkrahúsinum heilsa øllum stuðlum við takksemi, og tey gleða seg til at læra at brúka nýggju útgerðina og at hjálpa sjúkum børnum.

Í summar hevur Barnamissiónin, sum áður, stuðlað fangum og teirra familjum. Fleiri børn úr familjum hjá fyrrverandi fangum í fongslinum í Sokal hava verið á legu í Dubechno.

Barnamissiónin stuðlar eisini framvegis endurbúgvingarstovninum fyri fyrrverandi fangar í Novovolynskyy. Á myndini niðanfyri síggja vit dreingir frá fongslinum í Kovel gleðast um gávur frá Barnamissiónini – nýggjar T-shirts og Marabou sjokolátu 😊

Ein av teimum størstu uppgávunum hjá Barnamissiónini er at hjálpa treingjandi familjum við børnum og familjum við stórum avbjóðingum. Vit ynskja at síggja øll børn glað og frísk! At arbeiða við hesum familjum er ikki lætt – onkuntíð eru vit glað, onkuntíð kedd, men vit biðja fyri familjunum, hjálpa teimum, og so við og við broytir Gud støðuna til tað betra og ger alt nýtt.Gud er kærleiki, og vit ynskja, at kærleiki Hansara skal vera sjónligur hjá øllum Hansara minstu!

Og børnini siga túsund takk fyri Marabou sjokolátuna – tey vóru so glað fyri hana!

Gjøgnum summarið hevur Barnamissiónin í samstarvi við kirkjur og sosialar myndugleikar á staðnum skipað fyri fleiri samkomum fyri fátækar familjur, familjur við børnum við breki og familjur við trupulleikum.

Á hesum samkomum tosaðu vit um Guds kærleika og Hansara ætlan fyri lív okkara, undirvístu foreldrum í at taka sær væl av børnunum, bóðu saman og býttu posar við matvørum, leikur og aðrar neyðsynjarvørur út.
Innan fyri NCG (No Corruption Generation) verkætlanina skipaði Barnamissiónin fyri fýra barnafestivalum. Hesir eru sera væl umtøktir hjá børnum. Á hvørjum festivali vóru millum 500 og 1000 børn! Her vóru fleiri bólkar, ið vísti ymiskt fram, stóðu fyri spurnarkappingum og øðrum kappingum og høvdu eisini mentanarligar framførslur. Fyrisitingarnar í Lutsk og øðrum býum hjálptu Barnamissiónini at skipa fyri festivalunum.

Kæru stuðlar! Tit kunnu fylgja við arbeiðinum hjá Barnamissiónini á FB á “No corruption generation” síðuni.
Her havi eg bara lutað nakrar løtur úr summarskránni hjá Barnamissiónini við tykkum – Guds verk í Ukraina er sera umfatandi, og vit gleðast um at vera partur av Hansara verki!

Vegna starvsfólkið hjá Barnamissiónini, treingjandi børn og familjur, sjúk og fólk við breki – øll, ið tit hjálpa – vil eg av hjarta takka tykkum, okkara trúføstu vinir! Tit geva treingjandi fólki møguleika at lyfta seg upp um gráa gerandisdagin, at uppliva umsorgan og virðing og at kenna Guds kærleika!

Eg vil eisini takka øllum teimum svensku starvsfólkunum og leiðaranum Bo Wallenberg fyri góðar og gevandi dagar á Open Heart ráðstevnuni! Tað var so stórt at síggja stóru familjuna, sum Barnamissiónin er, at koma hvørjum nærri, at hoyra um verkið og læra av royndunum hjá hvørjum øðrum.

Góðu vinir!

Vit ynskja tykkum Guds ríku signing og nýggjan íblástur til Hansara verk!

Kærar heilsur úr Ukraina

Lyudmyla Lonyuk og starvsfólkið hjá
Barnamissiónini í Ukraina

Hjartans tøkk fyri allar tykkara gávur, sum tit síggja, hava tit við Jesu hjálp, hjálpt sera nógvum børnum til anda. sál og likam, má Jesus ríkiliga signa tykkum💖

Skandinaviska Barnamissiónin
við Jesusi - fyri børnini

Tygum kunnu eisini stuðla Barnamissiónini við at
RINGJA 90 56 57 og kr. 100 verða skuldskrivaðar tíni
telefonrokning.