Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Stríð trúarinnar góða stríð

20.07.2017 - 10:13 - Ásbjørn Jacobsen

Øll vit kristnu eru á ferð og øll møta vit mótgongd og líðing í lívinum, fyrr ella seinni.

Tað umgongst ikki í hesum synduga heimi.

Kristinlívið er eitt stríð, tí at vit liva í einum syndugum heimi. Vit hava 3 høvuðsfíggindar, teir eru Sátan, heimurin og hitt gamla menniskjað í okkum.

Freistingin at fylgja hesum heimi og lata vera við at stríða trúarinnar góða stríð, er ómetaliga stór, eisini um tað ikki samsvarar við Guds orð og Guds vilja.

Tað er, sum kunnugt, munandi lættari, at ganga á tí breiða vegnum.

Guds orð bíður okkum at ”lata okkum í øll herklæði Guds” og at stríðast og ikki missa mótið. Eru vit ikki ílætin herklæðini, tá eru vit sárbar og ikki før fyri at berjast og stríðast ímóti Sátani, heiminum og gamla synduga menniskjanum í okkum.

Tað eru so mong mótleys kristin í dag, sum hava givið upp trúnna, sum ikki vildu, tímdu ella orkaðu at stríða trúarinnar góða stríð.

Hetta stríðið, eg tosi um, er IKKI eitt stríð fyri at blíva ein kristin, men tað er stríðið tú og eg eru í, fyri framhaldandi at vera ein kristin. Stríðið fyri at varðveita sonarrættin.

Bíblian ávarðar mangar ferðir um ikki at sovna og ikki at vera lunkin í trúnni. Tí ræður um, ikki bara fylgja við streyminum, men at stríða trúarinnar góða stríð.

Onki er so vandamikið fyri hin trúgvandi sum syndin, og tá ið vit ikki longur síggja synd sum synd.

Hetta er eisini ørindini hjá Judasi ápostli, tá ið hann sigur í v. 3:
”Elskaðu tit; tá ið tað var mær ógvuliga nógv um at gera at skriva til tykkara um okkara felags frelsu, helt eg meg vera noyddan til at skriva til tykkara at minna tykkum um at stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu.”

So hjálpi Gud okkum, at stríða hitt góða stríðið.

- áj -