Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


So gleðiligt er Guðs ríki

06.08.2017 - 09:36 - Ásbjørn Jacobsen

Tað var ein maður, sum gjørdi eina stóra kvøldmáltíð og beyð mongum........Komið, tí at nú er alt tilgjørt! Lukas 14,16 og 17.

Líknilsið um hina stóru kvøldmáltíðina er bæði gleðiligt og syrgiligt. Gleðiligt tí at tað hóast alt vóru mong, sum tóku ímóti innbjóðingini. Syrgiligt, tí at tað eisini vóru mong, sum ikki tóku ímóti henni. “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!” ljóðaðu boðini.

So gleðiligt er Guðs ríki, at tað er at líkna við eina kvøldmáltíð – eina veitslu.

Nú eru næstan 2000 túsund ár liðin síðani hetta líknilsið varð borið fram á fyrsta sinni, og framvegis ljóðar innbjóðingin:”Komið, tí at nú er alt tilgjørt! Komið í kirkju! Komið til altars!” Hetta kunnu vit leggja aftrat, tí at kirkjan er himnanna ríki á fold. Tað er hon, tí at Kristus við henni býður okkum frelsu. Har koma vit saman til veitslu saman við Harra okkara í bønini, orðinum, dópi, skriftamáli og Harrans máltíð.

Guðs ríki og veitslan longu her á foldum eru tó ikki avmarkað til hetta, men alt hetta gevur okkum kortini styrki og ber okkum víðari.

Hava vit tikið ímóti innbjóðingini, halda vit veitslu saman við húsbónda okkara altíð, eisini tá ið sorgin nívir og ivi pínir, bæði í gleði og sorg, tí at tá er henda kvøldmáltíð vorðin ein partur av okkum. Kvøldmáltíðin er tá eisini vorðin ein innari veitsla – ein lovsongur í hjartanum.

Gleðiligt er tað, tá ið menniskju taka ímóti innbjóðingini til hina stóru kvøldmáltíð Harrans. Syrgiligt er tað, tá ið menniskju ikki vilja.

Men framvegis ljóða orðini:”Enn er tað rúm í kongsins veitsluhøll.”

Ímorgin er sunnudagur og kirkjuklokkurnar fara at kalla fólk í kirkju, summastaðni til lestur ella orðsins gudstænastu, aðrastaðni eisini til messu, og hon ringir út innbjóðingina:”Komið, tí at nú er alt tilgjørt!”

Spurningurin er so:”Kemur tú?” Ber tær ikki til at koma á hesum sinni, tí at haldgóðar grundir eru? Ella brúkar tú bert umberingar og undanførslur, sum tú innast inni væl veitst ikki halda.

Latum okkum øll biðja!
Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur