Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Skúlin hjá Barnamissiónini raktur av vatnflóð

26.09.2017 - 11:06 - Ásbjørn Jacobsen

Ógvusligt monsunregn hevur fingið áirnar í Bangladesj at fara upp um áarbakkarnar, og vatn er floymt inn á Home of Peace, skúlan hjá Barnamissiónini. Vatnið kann hava vandamiklar sjúkur við sær, og eiturslangur leita úr holum sínum til turrari støð. Skúlabørnini mugu halda seg inni, og skúlin er stongdur.
– Akrarnir hjá skúlanum standa undir í vatni, og øll grøðin rotnar. Samstundis fer prísurin á mati nógv upp, sigur Albert Mridha, sum er leiðari hjá Barnamissiónini í Bangladesj.

400 børn ganga á skúlanum hjá Barnamissiónini Home of Peace í Dinajpur-økinum í útnyrðingspartinum av Bangladesj. Tað er eitt øki, ið vanliga ikki verður rakt av vatnflóð. Men í ár hevur ógvusligt monsunregn og høgur vatnstandur í áunum havt við sær, at vanlukkan eisini hevur rakt hetta økið.
– Tað er fyrstu ferð, at vatnflóð hevur rakt Home of Peace, og vit halda børnini heima, sigur Albert Mridha við einum suffi.

Inni í sjálvum skúlanum stendur vatnið næstan 10 cm yvir gólvhædd. Uttanfyri er vatnið millum 20 og 30 cm djúpt. Vegurin til Home of Peace liggur undir í vatni, og eisini jarnbreytin, ið bindur Dinapjur-økið við høvuðsstaðin, so at koma til og frá skúlanum er trupult.

Eiturslangur ein stórur vandi

Allir skúlar í økinum eru stongdir, og næmingarnir á Home of Peace verða bidnir at halda seg inni.

– Tað eru nøkur høg og turr støð á skúlaøkinum. Til hesi turru støð leita slangur, tá holurnar hjá teimum fyllast við vatni. Vit hava longu sæð fýra eiturslangur beint við skúlan, sigur Albert.

Í Bangladesj eru nakrar av verðins mest eitrandi slangum, m.a. kreiter- og kobraslangur.

Við áarvatninum kemur nógv rusk, sum kann geva skaðar. Tað skitna vatnið kann eisini hava vandamiklar sjúkur við sær. Haraftrat er vandin fyri at glíða í móruni og at verða tikin við vatninum stórur.

800 eru deyð í trimum londum

Í nógvum førum eru fólk deyð, tí tey eru tikin við vatnstreyminum. Sambært bretska blaðnum The Guardian eru meir enn 800 fólk deyð og 24 mill. rakt av vatnflóðini, sum umframt Bangladesj eisini hevur rakt sunnara partin av Nepal og norðara partin av India. Blaðið sigur, at vatnflóðin í Bangladesj er tann ringasta í meir enn 100 ár, og at ein triðingur av landinum stendur undir í vatni. Í Bangladesj verður sagt, at 115 fólk eru deyð, og at 5,7 mill. fólk eru rakt av vatnflóðini.

Hús eru oyðiløgd, grøðin rotnar, og nógva staðni er ikki nóg mikið av reinum drekkivatni. The Guardian skrivar, at ein hálv mill. hús eru oyðiløgd, og 400 hektarar av landbúnaðarjørð í landinum er oyðiløgd.

– Tá vatnið tekur seg aftur, koma nýggjar avbjóðingar. Vatnbornar sjúkur sum tyfus, hepatitis A og ymiskar húðsjúkur breiða seg. Prísirnir hækka nógv á øllum vørum, tí tað hevur verið neyðugt at innflyta vørur. Samstundis veksur fátækadømi, sigur Albert Mridha.

Grøðin rotnar

Ein pápabeiggi ein næming á skúlanum er ein av teimum deyðu. Hann skuldi bjarga ognum úr húsi sínum, sum vatnflóðin hevði rakt, tá hann var rivin við av nógvum vatnstreymi. Síðani hevur ongin sæð hann, og onkur hevur fyribils tikið sær av báðum døtrum hansara.

Home of Peace hevur roynt at gerast sjálvbjargið við mati. Umframt fleiri túsund hønur, fiskaaling og nógv neyt hava tey stórar akrar við grønmeti og eisini frukttrø. Soleiðis sleppa tey undan m.a. at keypa grønmeti, og næmingarnir læra at dyrka jørðina.

Men nú standa akrarnir undir í vatni, og grøðin rotnar, sigur Albert. Samstundis er prísurin á mati hækkaður nógv. Í einum eru prísirnir á rísi, fiski og grønmeti hækkaðir við 30%. Dinajpur-økið veitir rís til landið, men tá rísplanturnar standa undir í vatni, verður landið noytt at keypa dýrt rís úr útlandinum.

Fátækadømi voksið

Veðurforsøgnirnar boða frá framhaldandi nógvum regni í langa tíð, so støðan kann gerast upp aftur verri. Um vatnstandurin hækkar, er vandi fyri, at garðurin uttan um skúlaøkið á Home of Peace kann rapa.

Bangladesh er eitt land, har nógv fólk longu nú liva í svárum fátækadømi. Meir enn 30% av íbúgvunum í landinum liva fyri minni enn 16 kr um dagin. Í Dinajpur-økinum er jarðarbrúk tað vanligasta arbeiði. At akrarnir nú standa undir í vatni, ger, at upp aftur fleiri fólk havna í fátækadømi.

Katastrofuinnsamling til Bangladesj

Bangladesj er eitt muslimskt land við einans 0,2% kristnum. Hesin bólkur er niðast á samfelagsstiganum og fær hjálp síðst av øllum. Tað eru tey fátækastu børnini haðani, ið koma til Home of Peace, har tey fáa ókeypis skúlagongd og eina vón fyri framtíðina. Men nú er støðan hjá børnunum ring.

Barnamissiónin biður tí um eyka hjálp til tey hart raktu í Bangladesj. Pengarnir skulu fyrst og fremst brúkast til mat til næmingarnar á skúlanum. Vónandi kunnu pengar úr Svøríki eisini hjálpa skúlanum at endurnýggja jarðarbrúkið og at keypa nýtt sáð.

– Góðu tit, biðið fyri støðuni her og fyri børnum okkara á skúlanum í Bangladesj, sigur Albert Mridha.

EVA RUDERSTAM


Tú kanst geva gávuna her:
Skandinaviska Barnamissiónin

Postgiro; 9870-4310471
Norðoya Sparikassi: 9865-101.620.7
Betri Banki: 9181-120.980.0
BankNordik: 6460-101.594.1
Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.148.1


Vinarliga viðmerk gávuna "Vatnflóð"

Heimasíðan hjá Barnamissiónini: www.barnmissionen.se

Vóni vit í Føroyum kunnu verða við til at hjálpa hesum børnum