Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Skúlin gevur Sajman eina framtíð

11.10.2017 - 09:06 - Ásbjørn Jacobsen

Sajman er ein av næmingunum á Home of Peace, skúlanum hjá Barnamissióni í Bangladesj. Foreldrini arbeiða sum dagleiðarar, m.a. á rísakrunum, tá arbeiði er. Sjálvt 10 ára gamli stóribeiggi Sajman arbeiðir, so familjan við fimm børnum kann fáa mat á borðið. Men pengarnir røkka ikki til at senda børnini í skúla.

Sajman er tað einasta av systkjunum, sum fær møguleika at koma í skúla. Takkað verið fíggjarligum stuðli frá gevarum hjá Barnamissiónini... sleppur hann at ganga á Home of Peace, har hann fær undirvísing, men eisini sleppur at búgva, fær mat, klæðir og læknahjálp.

− Eg elski Home of Peace. Eg vil ganga í skúla her og síðani fara í studentaskúla. Eg ætli at verða yvirmaður í herinum, sigur hann.

Hóast Sajman bara gongur í 2. flokki, hevur hann skilt, hvussu stóran týdning útbúgving hevur.

− Eg ætli ikki at byrja at arbeiða nú, sum eldri beiggi mín ger. Eg vil útbúgva meg.

Sajman greiðir frá, hvussu stuttligt tað er á Home of Peace, men hann má viðganga, at eisini okkurt er torført – t.d. støddfrøði.

− Øll tølini dansa runt í høvdinum á mær. Men støddfrøðilærarin hjá mær er sera fittur. Hann brúkar eyka tíð upp á meg, so eg skal skilja tað.

Við skúlagongdini á Home of Peace gevur Sajman sær sjálvum eina ljósari framtíð. Men hann hevði av heilum hjarta ynskt, at systkin hansara eisini skuldu fingið møguleika at sloppið í skúla.

Tú kanst hjálpa fleiri børnum at sleppa í skúla.

Av tí at "Home of Peace" skúlin í Bangladesj er ávirkaður av Vatnflóðini er innsavnanin í hesum døgum til hetta endamál.

Tú kanst geva gávuna her:
Skandinaviska Barnamissiónin
Postgiro; 9870-4310471
Norðoya Sparikassi: 9865-101.620.7
Betri Banki: 9181-120.980.0
BankNordik: 6460-101.594.1
Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.148.1

Vinarliga viðmerk gávuna "Vatnflóð"

Heimasíðan hjá Barnamissiónini: www.barnmissionen.se

Vóni vit í Føroyum kunnu verða við til at hjálpa hesum børnum

Annars ber eisini til at stuðla Barnamissiónini í síni heild við at ringja:

Tygum kunnu eisini stuðla Barnamissiónini við at
RINGJA 90 56 57 og kr. 100 verða skuldskrivaðar tíni
telefonrokning.

Skandinaviska Barnamissiónin er eisini á facebook

Skandinaviska Barnamissiónin
við Jesusi - fyri børnini