Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Sangfagnaður í Nesvík

14.10.2017 - 15:39 - Tíðindaskriv

"Kongabørn" er heitið á sangfagnaðinum, sum er í Nesvík hetta vikuskiftið.

140 børn komu á legu tíðliga fríggjamorgunin og brúka alt vikuskiftið at venja nýggjar sangir saman við tónleikarum. Tiltakið bleiv fulteknað eftir lítlari løtu. Í alt eru uml. 210 fólk á Sangfagnaði.
 
Alt vikuskiftið er húsið fylt av sangi, tónleiki og rørslum umframt bíbliutíma, spæli og hugnaligari samveru í gamal og álvara.
 
Børnini eru í aldrinum 8 til 14 ár, sum eru býtt í eitt barna- og eitt juniorkór. Harumframt er felagskór við øllum 140 børnunum.
 
Kórleiðarar í barnakórinum eru Jannet H. Højgaard, Helena Hansen og Hallgerð Brim av Toftum. Karin Mikkelsen og Vivian Ole-Jacobsen úr Sørvági leiða juniorkórið. Felagskórið verður leitt av Fríðhild Jensen og Bjartu Á. Berthelsen av Strondum.
 
Tvær konsertir
 
Erla Mortensen, barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini, sigur, at tiltakið líkist øðrum festivalum, sum verða hildnir ymsa staðni í Danmark og Noregi. Fyrireikararnir hava valt at kalla okkara tiltak Sangfagnaður.
 
Hetta er annað árið á rað, at Sangfagnaður er í Nesvík. Børnini læra nýggjar sangir, sum antin eru uppruna føroyskir ella umsettir til føroyskt.
 
Sangfagnaðurin endar við tveimum almenum konsertum í Løkshøll sunnudagin 15. oktober, klokkan 15.00 og 16.30.
 
Løkshøll tekur umleið 300 fólk, og fyrireikararnir vænta nógvar áhoyrarar. Atgongumerki á kr. 50 fáast í forsølu á loksholl.fo.