Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Samkoman í Betesda og fyrsti salurin - 100 ár liðin

17.07.2017 - 08:14 - Skrivað hevur: Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@gmail.com

Tað eru í ár 100 ár liðin síðani samkoman í Betesda í Klaksvík var stovnað og síðani fyrsti salurin, sum eisini bar navnið Betesda, varð tikin í brúk. Hetta verður feirað virðiliga, tá ein drúgv og spennandi hátíðarskrá er gjørd, sum kemur at fevna um tað mesta av heystinum við ikki minni enn 6 møtirøðum bæði í september og í oktober. Hátíðarhaldið byrjar leygadagin 02. september við einum sokallaðum Betesdadegi.


Nógvar broytingar og nógvur vøkstur hevur verið í Betesda hesi 100 árini. T.d. kann nevnast, at fyrsta Betesda varð reist í 1917 har bókasavnið er. Í 1928 varð nýggjur salur bygdur, og tá varð hann reistur á núverandi grundina. Í fimtiárunum varð salurin longdur, og fyrst í sekstiárunum varð salurin breiðkaður. Hesin salurin varð tikin niður í mars í 2012 til tess at geva pláss fyri nýggja prýðiliga salinum, sum varð tikin í brúk leygardagin 15. mars 2014 - samkoman hevur aldri brúkt annað navn enn BETESDA!


Hvat sjálvt innihaldið í hátíðarskránni er, verður boðað frá sum heystið nærkast.


Les eisini: Jubilieumsár - nógv at feira.