Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Sálarvinnarar halda ongantíð frí

10.08.2017 - 08:56 - Ásbjørn Jacobsen

Ein sálarvinnari eigur ongantíð at halda frí, tí Bíblian sigur: “Boða orðið, ver at í tíð og ótíð.” 2. Tim. 4,2. - Tað er vert at hugsa um hetta: Annaðhvørt vinna vit menniskju fyri Gud, ella vinnur djevulin tey fyri sítt ríki: “... og teir kundu raknað við aftur úr snerru djevulsins, fangaðir av honum til at gera hansara vilja.” 2. Tim. 2,26.
    
Størsta syndin - syndin yvir allar syndir - ein trúgvandi kann gera, er at halda boðskapin um frelsuna fyri seg sjálvan. Tað er ringasta slag av sjálvgóðsku, tí tað er við til at halda tað týdningarmesta í lívinum fyri seg sjálvan. Tað er við til at føra menniskju í glatan.
    
Um eg hevði funnið loysnina á krabbameinsgátuni, so hevði tað av sonnum verið óetiskt at hildið slíka vitan fyri meg sjálvan. Og uppaftur meira her. Her ræður um at bjarga menniskjum frá ævigari glatan!
    
Um vit høvdu sloppið at sæð helvitis ræðuleika í ein minutt, so høvdu vit gjørt alt, vit kundu restina av lívi okkara, at vinna so mong sum gjørligt fyri Jesus.
    
Størsti tørvurin hjá kirkjuliðunum er sálarvinnarar. Framferðarháttur djevulsins er at fáa okkum at durva og bíða eftir betri tíðum. Ímeðan doyggja fólk og fara inn í æviga myrkrið. Meðan vit bíða (sova), sáar fíggindin syndar og vantrúar ókrút í heimsins akur (Matt. 13,25). Jesus segði ikki: “Bíðið eftir betri tíðum.” Hann segði: “Farið - út.”
    
Øll hava fingið hesi boðini. Og boðini eru ikki avlýst, so latið okkum fyrireika okkum í bøn og verða fylt av Guds Anda. Latið okkum biðja Gud vísa okkum menniskju, sum júst vit skulu seta okkum í samband við.
    
Hald ikki, at kristniboðan er bara fyri prestar og prædikumenn. - Eitt land, sum er í kríggi, fer heilt vist at tapa, um bara yvirmenninir eru á vígvøllinum, meðan hermenninir sita á garðinum og hyggja ella finnast at yvirmonnunum.
- - -
Um farin ættarlið kundu komið upp úr grøvunum at tosa við okkum, hvat høvdu tey tá sagt við okkum? Høvdu tey spurt um, hvussu sjónvarpið hevði ment seg, og hvussu tøknin hevði framgongd? Nei, tey høvdu so inniliga og bønliga sagt: “Brúkið ta stuttu tíðina, tit hava á jørð - fyrireikið tykkum til ævinleikan!”
                                                    
Effie Campbell umsetti.