Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Sá bønarsvarið í dreymi

13.08.2017 - 08:44 - Ásbjørn Jacobsen

Andakt: ”Hann, ið setti oyrað, man hann ikki hoyra, hann, ið gjørdi eygað, man hann ikki síggja?” Sálm 94,9.

Mong eru tey, sum í neyð síni hava rópt til Guds og frá honum hava fingið ítøkiligt bønarsvar. Ein av hesum mongu er ein kona frá Sisimiut í Grønlandi. Hon greiddi frá, at hon bleiv einkja við 9 børnum. Tá í tíðini var eingin sosialhjálp ella onnur trygd. Í neyð og hjálparloysi síni rópti hon støðugt til Guds.

Eina náttina, meðan hon svav, sá hon í dreymi eina stóra vakra fløtu. Tá segði Gud við hana: ”Á hesi fløtu skalt tú arbeiða fyri títt dagliga breyð!”

Stutt eftir bygdu tey sjómansheimið á hesa fløtuna, og hon fekk fast arbeiði har.

Í gjøgnum meiri enn 25 ár arbeiddi hon á sjómansheiminum, og hon fekk soleiðis til dagligt breyð til seg og síni. Við gleði og takksemi kann hon vitna saman við sálmaskaldinum:
”Hann, ið setti oyrað – hann hoyrir. Hann, ið gjørdi eygað – hann sær!”

Somu royndir hava milliónir av menniskjum gjørt.

Bønin er ikki eitt amboð, sum tú skalt flyta Gud við ella ávirka hann, so hann svarar tær. Bøn er ikki: ”Gud, tú skalt...!” Bøn er harafturímóti at yvirgeva seg við neyð síni til Guds og siga: ”Veri vilji tín!” Tá ávirkar og flytur Gud teg soleiðis, at hann fær veitt tær bønarsvar og signing sína.
Bønin verður tá barnsins vinaliga samtala við faðir sín. Faðirin veit betur enn barnið, hvat tí tørvar.

Við bønini letur tú Gud sleppa framat í lívi tínum. Bønin er tann opna hurðin, sum Jesus gongur inn um. Hann skilur neyð tína betur enn tú sjálvur. Hann er royndur í øllum, sum møtir tær. Hann ynskir at leiða teg sín veg. Hann hevur eisini ein útveg fyri tær, um tað gerst neyðugt. Bønarvegurin er opin, eisini tá ið allir aðrir vegir tykjast stongdir.

Send honum boð, tá hjálp tær tørvar her,
á myrku stund hann fegin ljós tær ber!
Tá onga leið títt eyga meir kann sjá,
send honum boð, og brátt er hann tær hjá!


Torleif Johannesen
Sjómanstrúboðari

Dropar av náði