Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


PÍLAGRÍMSDAGUR Í LEIRVÍK

25.10.2017 - 16:18 - Tíðindaskriv

Leygardagin 4. nov verður skipað fyri pílagrímsdegi.

Dagurin byrjar í Limmilund kl 11:00.

Vit ganga inn á Varmakeldu og aftur.
Hetta er ein lættur róligur túrur við innihaldi, sum hoyrir til pílagrímstúrar, og er bert fyri vaksin.

Neyðugt er at tekna seg, tí dagurin endar við eini hugnaligari løtu við heitari máltíð, samveru og felagssangi.

Tiltakið endar uml kl 18:30.

Til ber at tekna seg við at senda eini SMS boð á telf 273329.
Tiltakið kostar 300 kr.

Øll eru vælkomin 😊

Søren Kirkegaard segði "Tab for alt ikke lysten til at gå. Jeg går mig hver dag den daglige velbefinnende til og jeg kender ingen tanke så tung, at man ikke kan gå fra den".
Lívið er ein pílagrímsferð.