Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Orð Harrans varir um allar ævir

23.07.2017 - 10:20 - Ásbjørn Jacobsen

Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt. Lukas 8,5.

Guðs orð er livandi og máttmikið og kann útinna undurverk. Tað kann troysta hin mest vónleysa og ólukkuliga, so at hann aftur kann gerast glaður og troysta á Guðs kærleika og náði. Tað kann reisa hin djúpast falna og gera hann til eitt nýtt menniskja. Og tó mega vit viðganga, at tað eisini mangan kann tykjast so deytt og máttleyst og at virka so lítið.

Tað verður undirvíst í tí í skúlum okkara. Tað verður prædikað í kirkjum okkara. Vit eiga tað í heimum okkara. Vit hoyra tað í útvarpi og sjónvarpi. So at eingin kann av røttum siga, at Guðs orð ikki verður ríkiliga sáað. Tað verður sáað til høgru og vinstru og allar staðir, eins og vit hoyra í líknilsinum um sáðmannin.

Hvussu ber tað tá til, at Guðs orð tykist mangan at bera so lítlan ávøkst?

Onkur vil kanska tveita ábyrgdina frá sær og siga, at tað munnu vera prestarnir, sum hava sína stóru skyld í hesum. Høvdu teir bert prædikað við meira anda og kraft, vildi sæð øðrvísi út, og orðið vildi borið ávøkst.

Tó, eisini áhoyrarin kann hava sína skyld. Og tað, sum Jesus í fyrsta lagi sigur um hetta, er:”Tit geva ikki tí orði, sum tit hoyra, gætur, tí kemur djevulin og tekur tað frá tykkum.” Hetta er tað sáðið, sum fall fram við vegnum, ella á vegin.

Í øðrum lagi sigur Jesus:”Tit lýða ov leysliga á Guðs orð – fara ov lætt um tað, sum tit hoyra. Tað kann nema við kenslurnar, meðan tað verður hoyrt, men skjótt følnar tað og verður at ongum.” Hetta er tað sáðið, sum fall á hellubotn.

Í triðja lagi sigur Jesus:”Tit gera tykkum ónáðir og stríð av mongum, sum køvir tað eina neyðuga, nevniliga at søkja Guðs ríki fyrst og rættvísi hansara, tí at tá skal alt annað verða tykkum givið umframt.” Hetta er tað sáðið, sum fall millum tornir.

Men í fjórða lagi sigur Jesus:”Tit hava hoyrt orðið og tikið við tí. Tit koma til mín í gleði og sorg og lata orðið vera til styrki og leiðbeiningar í lívsins skiftandi lagi. Tit festa røtur og búnast í trúarlívinum.” Hetta er tað sáðið, sum fall í góða jørð.

So er Guðs orð, hóast tað kann síggja vónleyst út til tíðir, kortini livandi og máttmikið, sum skrivað stendur:”Himmal og jørð skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga. Orð Harrans varir um allar ævir.”

Latum okkum øll biðja!

Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur