Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Operation Mobilisation - 60 ár síðan stovnan

18.07.2017 - 08:55 - Skrivað hevur: Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@gmail.com

Kendi missiónsfelgasskapurin Operation Mobilsation, stytt OM, rundar tey 60 árini í ár. Felgasskapurin hevur verið kendur í Føroyum tey seinastu 55 árini, har hundradavís av føroyingum hava fingið sínar andaligu náðigávur royndar bæði á landi og á sjógvi.

Tað var fyri 60 árum síðani, í 1957, at stovnarin av OM, George Verwer, saman við øðrum, fór til Mexico at býta út kristiligan lesna og bíbliur. Hesin túrurin gjørdist íblásturin til tað, sum seinni kom at eita Operation Mobilisation, og sum hevur sent út trúboðarar í túsundatali um allan heim, bæði við akførum eftir øllum heimsins kontinentum, og við skipum á øllum heimsins høvum.

Í dag, 60 ár seinni, umfatar OM 3.400 fólk, frá meira enn 100 londum, sum virka í 115 londum. Í 2004 keypti OM gomlu Norrønu, sum kom at eita Logos Hope.

“JUBILEUMSÁTAK”
Júst á 60 ára jubileumsárinum økir Operation Mobilsation um sítt virkisøki, við at gera íløgu í ein áarbát, sum skal sigla eftir Europeisku áunum og kanalunum og náa tær mongu milliónirnar, sum búgva fram við Europeisku áarbakkunum – sera passandi, at hendan nýggja visiónin hjá OM skal føðast júst á 60 ára jubileumsárinum hjá Operation Mobilsation.

60 ára minningarhaldið varð hildið 10 juni í Forest Hill í London, har George Verwer og aðrir hildu takkarrøður. Síðani verður farið á eina takkarferð, har minnishald verður í fleiri býum: Í Týsklandi 1-2 juli. Í Belfast 23. september. Í Dublin, Írska republikkin, 21 - 22 oktober og í Birmingham, Ongland 05. oktober.

Les eisini: Jubilieumsár - nógv at feira.