Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Øll, sum doyggja í Kristusi, skulu vakna aftur í nærveru hansara

27.07.2017 - 10:00 - Kelda: KFUK í Havn

Andakt: Vit lesa í Luk. 11,25-26: “Jesus sigur við hana: Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?”

Ein boðberi kemur til Jesus og boðini eru: “Harri, sí, tann sum tú elskar, er sjúkur.”
 
Tað eru systrarnar Marta og Maria, ið hava sent boð til Jesusar um at bróðurin Lazarus er sjúkur. Bíblian sigur okkum at Jesus elskaði hesi trý systkini.
 
Svar hansara var hetta: “Henda sjúka er ikki til deyða, men fyri dýrdar Guðs skuld, til tess at sonur Guðs skal verða dýrmettur av henni,” (vers 4) og vit lesa at hann varð verandi har eystanfyri Jordan í enn 2 dagar, og segði so: ”Vinur okkara Lazarus er sovnaður, men eg fari nú at vekja hannn.”
 
Fyri heiminum er orðið deyðin tað mest ræðuliga, vit kunnu ímynda okkum, men fyri ein trúgvandi hevur hetta orðið eina nýggja og serliga meining “vinur okkara svevur.”
 
Tað hevur verið ein skakandi løta hjá systrunum báðum, tá ið Jesus hevur staðið við grøvuna, ið steinurin var rullaður fyri, og rópaði við harðari rødd:” Lazarus, kom út higar.” (vers 43) og so løtan, tá hann kom út, innvavdur í líkklæði.
 
Undurið, ið gav Lazarusi lívið aftur hendan dagin í Betaniu, er eitt sjónligt prógv uppá, at fyri ein trúgvandi er deyðin ein stuttvarandi svøvnur; at øll, sum doyggja í Kristusi, um stund skulu vakna aftur í nærveru hansara.
 
Deyðin er ein hurð vit mugu fara ígjøgnum, fyri at verða boðin vælkomin heim av okkara kæra Harra og Frelsara.
 
Marta væntaði, líka so væl sum Maria, eina uppreisn á evsta degi, men Jesus fer langt út um hesi trúarmørk teirra, við at vekja Lazarus upp har og tá.
 
Og Jesus sigur við okkum, líkasum hann segði við Martu:” Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trúgva vit hesum?”
 
Hjarta tykkara verði ikki óttafult!....Eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum....til tess, at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. (Johs. 14:1-3)

Sólrun Poulsen