Bíbliuskeið í Nesvík 24. - 27. august
Bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík 24. - 27. august 2017. Evnið á Bíbliuskeiðnum er: "Sí, eg komi skjótt!" (um Opinberingina).
Mannfólkavikuskifti í Nesvík
Árliga mannfólkavikuskifti í Nesvík verður um vikuskifti 15.-17. september. Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá...
Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.


Ólavur á Váli Olsen í Løkshøll

22.07.2017 - 09:24 - Tíðindaskriv

Ólavur á Váli er akkurát komin út við nýggjari fløgu. Fløgan ber heiti Her og Nú og er innspæld í Crossroads Studio í Arden, North Carolina.

Fløgan inniheldur 14 sangir. 7 á føroyskum og 7 á enskum. Stílurin er country.

Sunnukvøldið 23. juli kl. 20 hevur Ólavur, við bólki, útgávukonsert í Løkshøll, Runavík.

Atgongumerkið kostar 150 kr og kann keypast við dyrnar.

Eisini kann fløgan keypast aftaná konsertina.