Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Nýggj myndabók: Tú alfagra land mítt

12.06.2017 - 15:40 - Tíðindaskriv

Forlagið Fjallamyndir gav í 2015 út myndabókina ”Kom upp á fjallatind” Tann bókin hevði myndir frá fjallatúrurm úr øllum 18 oyggjunum, sum eisini tittulin á bókini sipaði til.

Sum framhald av henni er nú onnur bókin á veg, við heitinum “Tú alfagra land mítt”. Hendan nýggja bókin, hevur eins og tann fyrra myndir frá øllum 18 oyggjunum. Hon hevur ikki bert fjallamyndir men eisini myndir frá forvintnisligum støðum fram við sjóvarmálanum.

Myndirnar eru skipaðar í túrar og avmerktar á einum korti, sum vísir longdina á túrinum og um túrurin er lættur ella brattur. Stutt frágreiðing er eisini fyri hvønn túr á føroyskum og enskum.

Tað er, eins og fyrra bókin, Finleif Mortensen sum hevur tikið myndirnar sum hann hevur gjørt á teimum mongu túrunum í føroysku nattúruni.

Fyri at markera útgávuna vil forlagið gera nakað serligt burtur úr í Perluni, Tórsgøtu 3, týskvøldið 13. juni har greitt verður frá tilgongdini til bókina við orðum og myndum. Á framløgukvøldinum framførir Tórfríð Tavsen nakrar sangir. Kaffi og køkur verða eisini at fáa.

Umframt bøkurnar gevur forlagið eisini út myndakalendaran “A view from the top” og fer allur ágóðin av bókini og kalendaranum til útbyggingina av Leguhúsinum í Nesvík.