Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Missiónsvirkið á Toftum - 100 ár á baki

17.07.2017 - 14:00 - Skrivað hevur: Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@gmail.com

Í ár eru tað 100 ár síðani missiónsarbeiði á Toftum varð stovnað. Longu árið eftir varð Blákrossfelag stovnað á Toftum.

Dagurin varð hildin við móttøku í missiónshúsinum á Toftum leygardagin 22. apríl, har hugt varð í bakspegilin, tá nakrar ungar kvinnur fyri 100 árum síðani byrjaðu at savnast til bíbliulestur, bøn og sang í einum heimi inni á Regni á Toftum. Hetta gjørdist byrjanin til missiónsarbeiði á Toftum, sum í ár hevur 100 ár á baki. Tað var Inga Højgaard, sum bjóðaði ungu kvinnunum at savnast í barnaheimi hennara.

Kvinnurnar komu saman hvønn sunnudag at halda møtir. Tað fyrsta árið verða møtini hildin heima hjá Ingu Højgaard, men síðani verða møtini flutt í skúlan, har tey halda til í tvey ár.

Fleiri og fleiri leggjast afturat, og spurningurin at byggja missiónshús kemur upp at venda. 30. november í 1934 eru 20 fólk møtt til fundar, sum gera av at fara undir bygging.

13. februar 1939 verður Missiónshúsið vígt av prestinum Bull Nielsen, og fekk navnið TABOR. Bull Nielsen var prestur á Nesi. Missónshúsið, sum stendur í dag, varð vígt 13. februar 1994.

Les eisini: Jubilieumsár - nógv at feira.