Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Minningargudstænasta í Fríðrikskirkjuni um Fr. Petersen, próst

03.06.2017 - 20:44 - Ásbjørn Jacobsen

Skipað verður fyri minningargudstænastu 2. hvítusunnudag kl. 18.00 í Fríðrikskirkjuni á Toftum, tí at tað í ár eru 100 ár liðin síðani Fríðrik Petersen próstur andaðist.

Fr. Petersen er m.a. kendur fyri at hava yrkt fosturlandssangin "Eg oyggjar veit", og sálmarnar "Deyði, hvar er nú broddur tín?" og "Tíðin rennur sum streymur í á".
 
Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari í kirkjusøgu, heldur ein fyrilestur um próstin, Kirkjukórið, undir leiðslu av Mikaeli Johan Heinesen, syngur og Ovi Brim er liturgur.

Eftir gudstænastuna verður boðið til drekka í kirkjukjallaranum.
 
Vælkomin øll.