Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Metstór luttøka á summarlegunum

24.06.2017 - 08:54 - Kelda: trubodin.fo

Nú er tekningarfreistin til Simbalegurnar, sum byrjaðu í gjár, farin, og undirtøkan, sum er voksin hvørt ár seinastu árini, er aftur í ár sera góð.

Allar legurnar í Nesvík eru fullteknaðar, umframt at fleiri standa á bíðilista. Eisini er ein stór lega á Giljanesi, sum byrjar í dag, og ein lega byrjar mánadagin í Porkeri.

– Hóast undirtøkan í fjør eisini var góð, so setir luttøkan í ár met, og tað er sera gleðiligt at uppliva hetta, sigur Marjan Nielsen, fyrrverandi barna- og familjuráðgevi, men sum hevur verið við til at leggja legurnar í ár til rættis.

Á familjuleguni, sum verður 21. til 24. juli, eru pláss eftir enn. Tilmeldingarfreistin til familjuleguna er 18. juli og møguleiki er at tekna seg her.

Sanglegan “Sanggleði” verður í ár, eins og í fjør, seinna vikuskiftið í heystfrítíðini, skrivar trubodin.fo.