Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Lýdni og trúfesti

30.07.2017 - 10:54 - Ásbjørn Jacobsen

Og Jesus fór oman við foreldrum sínum og kom til Nasaret og var teimum lýðin. Og móðir hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum. Lukas 2,51.

Jesus var foreldrum sínum lýðin. Men lýdni hansara ímóti jarðisku foreldrunum var í djúpasta týdningi eisini lýdni ímóti faðirinum í himli.


Har menniskju eru í faðirsins tænastu, vil tað føra til lýdni,
ofta til lýdni ímóti menniskjum, men altíð til lýdni ímóti Guði. Tí at tað kunnu gevast løtur, tá ið hvørki ber til at vera foreldrum ella øðrum menniskjum lýðin, ei heldur teimum ráðandi, tá ið t.d. krav teirra ella vilji er ímóti samvitsku okkara, og vit vita við okkum sjálvum, at tað beinleiðis er ímóti kristnum siðaarvi og virðum – ímóti Guðs vilja og góða ráði. Tá er hetta orðið galdandi, at Guði er meira at vera lýðin enn menniskjum, tí at fyrsta boð:”Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg,” er oman fyri allar aðrar lógir. Sum eisini tey fyrstu kristnu í Róm vóru greið yvir, tá ið tey sum lóglýdnir samfelagsborgarar annars kortini ikki vildu tilbiðja keisaran og harvið vóru borgarligari lóg ólýðin og tóku avleiðingarnar.


Lív okkara sum kristin eigur at bera í sær trúfesti og lýdni, og sum børn faðirsins eiga vit ikki at kenna okkum ov stór ella ov góð til at boyggja okkum í lýdni, har Guð hevur sett menniskju yvir okkum. Tí eiga vit at siga við okkum sjálvi, tá ið okkara sjálvsøkna og ráðaríka lyndi hevur hug at stinga seg upp í okkum:”Eg eigi at vera í faðirsins gerningi – í lýdni.”


Vit hava brúk fyri hjálp, um hetta skal eydnast okkum; men hvaðani kemur hjálpin? Her er hin heilaga Guðsmóðurin, Maria moy, okkum ein fyrimynd, tá ið sagt verður um hana, at hon goymdi øll hesi orð – Guðs orð – í hjarta sínum. Og við hesum í huga kunnu vit tí svara:“Vit fáa hjálp til tess við trúliga at søkja samfelag faðirsins í halgidóminum, í hinum heilaga samfelagnum, orðinum, bønini, lovsanginum, skriftamálinum og hini heilagu kvøldmáltíðini.”


Í lýdni og við trúfesti eiga vit at útinna tann dagliga gerning, sum faðirin hevur givið okkum, og ikki bert í sjálvsøkni tæna okkum sjálvum, men eisini medmenniskjum okkara.

Latum okkum øll biðja!

Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur