Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Lívið kann vera órættvíst

29.06.2017 - 07:22 - Kelda: keldan.fo

Vit hava sera nógv at læra av skeljadjórinum ”ostra,” sum ger náttúrligar perlur. Tá okkurt vandamikið sandkorn el. parasittur av onkrum slag kemur inn í skeljadýrið, sum er deyðiligt, byrjar skeljadjórið at innkapsla hetta við fleiri og fleiri sokallaðum ”nakre” løgum, sum til endans verður til eina vakra perlu. Um skeljadjórið onki ger, oyðileggur hetta fremmand likamið tað bleyta inni í djórinum, sum gevur tí lív.

Vit kunnu samanbera sandkornið/parasittin við ymiska mótstøðu í lívinum, sum vit ikki kunnu varða okkum fyri. Tað kann vera sjúka, misnýtsla av ymiskum slag, skuffilsi, misálit, órættvísi o.s. fr.

Spurningurin er bara, um vit eru líka klók við okkara aftursvari, sum hetta skeljadjórið. Eins og hetta djórið, hevur Gud gjørt okkum før fyri at geva aftursvar til trupul ting, sum vit møta í lívinum. Hann hevur gjørt okkum før fyri at takkla alt slag av mótstøðu, vit mugu gera upp við okkum sjálvi, at hetta, sum er komið inn (mótstøðan) ikki longur verður góðtikin og skal vinna á okkum.

Ják. 1:2-5 Vit koma at uppliva mótstøðu í lívinum, og sjálvt um okkum ikki dámar tað, mugu vit geva aftursvar.

Hvørji aftursvar kunnu vit so geva, tá vit uppliva hetta?

Fyrigeving er eitt aftursvar, sum m.a. inniber, at vit siga: ”Eg fyrigevi tær. Men hetta merkir ikki, at tað, sum tú hevur gjørt, er í lagi, men dómurin av tínum atburði hoyrir Gudi til og ikki mær.” Fyrigeving inniber eisini, at tú fyrigevur tær sjálvum. Beiskleikin sleppur ikki inn, tá tú fyrigevur. Tú leysgevur teg sjálvan frá at blíva skuffað og beisk.

Tilbiðjan er eitt annað aftursvar, sum inniber, at vit festa okkara eygu á Jesus ígjøgnum tilbiðjan, lovsang og takksemi og loyva Gudi at gera nakað vakurt í okkum. Hetta upplivdu Paulus og Silas, meðan teir sótu í fangatippinum. (Áp. 16:22-29).

Óansæð hvat vit uppliva í lívinum, so ynskir Harrin at hjálpa okkum og brúka tað til Sína æru. Tað stendur í Rom. 8:28, at allir lutir samvirka teimum til góða, sum elska Hann. Spurningurin er bara, hvussu okkara aftursvar til mótstøðuna er. Harrin er við okkum ígjøgnum alt og ynskir at læra okkum at geva eitt aftursvar, sum er við til at fáa eina vakra perlu fram í okkara lívi, sum er við til at æra Gud.

Skrivað hevur Jastrid Høj