Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Lít á Guð!

09.07.2017 - 18:56 - Ásbjørn Jacobsen

Jesus segði við Símun Pætur: ”Legg út á dýpið, og setið gørn tykkara út eina setu!” Og Símun svaraði og segði: ”Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið; men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.” Og tá ið teir hetta gjørdu, fingu teir eina stóra mongd av fiski í. Luk. 5,4-6.

Har Jesu orð ljóða, ljóðar altíð eitt orð til hin einstaka mitt í mannfjøldini, sum tá sagt varð við Símun Pætur:”Legg út á dýpi!” – Lít á Guð!

Eisini vit kunnu renna okkum føst og mótleys siga:”Vit hava roynt bæði eitt og annað, men her gerst einki! Einki tykist at hjálpa!” Eins og Símun Pætur segði í mótloysi sínum:”Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið.”

Men venda vit eygunum bara ímóti tí ringa – tí, sum miseydnast – falla vit lættliga í fátt og verða tikin av fótum – missa trúnna og vónina.

Tí er tað gott og gagnligt at hoyra um teir mótleysu útróðrarmenninar við Genesaret vatnið, sum brádliga fingu gørnini full av fiski! Ein vitnisburður um, at har vit so mangan hava lyndi til bara at líta á okkum sjálvi og tað, vit megna, har er ein megi, sum er størri enn vit, og sum kann fylla gørnini, júst tá vit halda, at alt er bara fullkomiliga vónleyst!

Tað er inn í hesa støðuna at orðini í morgun tala beinleiðis til okkara, ikki sum eini harraboð, men sum eini gleðiboð – ein møguleiki:”Miss ikki móti! Royn aftur! Brót upp um armar og far undir dagin við einum jaligum hugburði, treysti og vón, sjálvt um tað sær vónleyst út! Legg út á dýpi. Lít á meg, tí at eg eri við tær.”

Og tá kunnu vit fáa ta styrki, sum skal til, fyri at lívið kann halda fram, eisini tá tað sær mest vónleyst út – tá Guðs ljós lýsir yvir tilveru okkara og vísir okkum, at hóast vit kenna tað sum um at allir møguleikar okkara eru farnir, eru tó møguleikar hansara við okkum ongantíð troyttir.

Latum okkum tí við treysti fara undir dagin og í álitið á Jesu orð og lyfti siga við Símun Pæturi:”Eftir tínum orði, Harri.”

Latum okkum øll biðja!
Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur