Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Kunoyar kirkja umvæld

16.07.2017 - 08:32 - Ásbjørn Jacobsen

Í sambandi við at Kunoyar kirkja 1. sunnudag í advent í ár hátíðarheldur 150 ára føðingardagin, hava ymiskar ábøtur verið gjørdar á kirkjuna.

Arbeiðið at umvæla kirkjuna byrjaði fyrst í februar í ár. Síðan tá hevur gudstænasta verið hildin í skúlanum í Haraldssundi.

Øll ravmagns skipanin er gjørd av nýggjum, nýggjar ljósakrúnur og annað ljós er sett upp. Eisini er kirkjan vorðin málað av nýggjum innan. Hetta arbeiðið er nú  komið so væl áleiðis, at gudstænasta kann verða hildin í kirkjuni sunnudag hin 16. juli kl.12.00.

Tað er í hesum sambandi at øll verða boðin til morgunmat í bygdarhúsinum kl.10.30 áðrenn gudstænastuna.

Nakað av arbeiði er eftir at gera uttandura. Ein partur av klædninginum skal skiftast, og kirkjan skal málast uttan.