Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Kunoyar kirkja 150 ár

01.12.2017 - 08:36 - Tíðindaskriv

1. sunnudag í advent í 1867 vígdi sóknarpresturin, Ernst Bugislaus Wesenberg, Kunoyar kirkju. Próstur, V. U. Hammershaimb, hevði forfall, og hevði tí givið sóknarpresti heimild at víga kirkjuna.

Kirkjan hevur sostatt 150 ár á baki, og í tí sambandi verður hátíðargudstænasta sunnudagin 3. des. kl.12.00. Jógvan Fríðriksson biskupur kemur at prædika. Eisini koma prestar, ið nú eru í kalli, saman við eldri prestum at luttaka. Eftir gudstænastuna verða øll boðin í bygdarhúsið til døgurða.

Sunnukvøldið verður konsert í kirkjuni kl.19.30 við Gøtu kirkju og ungdómskórið, og eisini kemur ein kvartett úr Klaksvíkar Hornorkestri at spæla nøkur jólaløg.

Sjálvan ársdagin 1. des. kl. 19.00 verður kvøldseta. Marjun Lómaklett hevur stutta hugleiðing um “Kirkjusiðir í eldri tíðum,” og Óluva Klettskarð heldur fyrilestur við heitinum “Nú ringja kirkjuklokkur so hátt...” - ein siðsøgulig lýsing av Kunoyar Kirkju sum savnandi megi og miðstaður fyri bygdafólkini í Kunoy, Haraldssundi og á Skarði. Drekkamunnur verður eisini at fáa.

Ábøtur hava verið gjørdar á kirkjuna til hátíðardagin. Øll ravmagnsskipanin er gjørd av nýggjum, nýggjar ljósakrúnur, og annað ljós er eisini sett upp. Harumframt er kirkjan málað av nýggjum bæði innan og uttan. Uttan um kirkjuna eru flísar lagdar.