Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Konsert í Kelduni sunnukvøldið 8 okt.

04.10.2017 - 09:18 - Tíðindaskriv

Sunnukvøldið 8 okt. Kl. 20, verður ein konsert í Kelduni,, Skálafirði, til frama fyri átakið Sendið Ljós. Á konserini luttaka: Magni Kristiansen, Blátt Gras, Petur Hans Hansen og Eyðun Jacobsen. Tað verður ókeypis atgongd, tó verður ein innsavnan til Sendið Ljós.

SENDIÐ LJÓS, er eitt evangeliskt  átak sum Eyðun Jacobsen er upprunamaður til.

Ein fløga verður framleidd. Á hesi fløgu koma sangkreftir frá ymiskum samkomum, at luttaka.

Fløgan kemur at innihalda 20 sangir og tónleikurin verður innspældur í Crossroads Studios í Arden NC, av topp professionellum tónleikarum.

Røddirnar verða upptiknar í ymiskum studioum í Føroyum.

Hesi koma at luttaka á fløguni:

Magni Christiansen, Rakul Á Stongunum, Petur Hans Hansen, Kristina Nónklett Hansen, Terje B. Vestergaard, Svein Í Prestgarði, Ólavur Á Váli Olsen, Torkil Mørkøre, Eyðun Jacobsen, Lisa Frederiksberg, Tóra við Keldu, Blátt Gras, Petur-Páll og Ronny,

Vitin,  Zamar, Kvartettin í Betesda og Oasubrøðurnir.

Tað serstaka við hesi fløgu er, at hon kemur ikki at kunna keypast nakrastaðni, men skal brúkast sum eitt evangeliskt amboð, ein traktat, at geva til menniskju ókeypis.

Hetta kostar og eru fleiri sum longu hava stuðla, men ynski er, at frammleiða so nógvar fløgur sum møguligt, helst væl omanfyri 5000. Hevur tú hjarta fyri at boða evangeliið ella bara vilt stuðla, so ert tú hjartaliga vælkomin, at stuðla hesum.

Møguleiki er at stuðla hesum við at flyta eina upphædd á konto í Betri Banka, kontonummari er 9181 3773096 og viðmerkja Sendið Ljós.

Øll sum stuðla eru við í lutakasti um 4 vinningar. Kaffimaskina, Sonos Hátalari, 43" LG sjónvarp, frá Elding og gávukort á 1000 kr til fiskavørður frá Norðfrá.

Trekt verður á konsertini sunnukvøldið 8 okt í Kelduni.

Eisini verur skipa fyri eini konsert í Kelduni sunnukvøldið 8 okt kl 20.

Á hesi konser koma Magni Christiansen, Blátt Gras, Petur Hans Hansen og Eyðun Jacobsen, at luttaka. Tað verður ókeypis atgongd, tó verður ein innsavnan til frana fyri átaki Sendið Ljós.