Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Leirvík: Kom og syng - saman við Harmonikuvinum

09.11.2017 - 08:49 - Ásbjørn Jacobsen

"Syngið við" kvøld, saman við "Harmonikuvinum", verður í Missiónshúsinum í Leirvík leygarkvøldið 11. november 2017.

Umleið 12 harmonikur koma at spæla saman við klaveri, guitar, mandulin og trummum.

Fólkið fær sjálvandi eisini høvi at syngja saman við spælarunum. Vit koma at syngja nógvar, góðar og kendar andaligar sangir. Tað er ikki neyðugt at hava sanghefti við, tí sangirnir verða vístir uppá veggin.

Eisini verður ein stutt andakt við Regin Høgnesen.

Sangløtan byrjar kl. 20.00 og varir ein góðan tíma.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til “syngið við kvøldið”. Høvið verður eisini at fáa ein drekkamunn eftir sangløtuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin!


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=p5HTvooYPLQ]