Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Jubileumsár - nógv at feira

16.07.2017 - 14:57 - Ásbjørn Jacobsen

Árið í ár, 2017, má sigast at vera eitt jubileumsár.

Tað eru 500 ár síðani reformatiónina. Tað eru 100 ár síðani heimamissiónin varð stovnað á Toftum. Tað eru 100 ár síðani samkoman í Betesda varð stovnað og fyrsti salurin, sum eisini hevði navnið Betesda, varð tikin í brúk. Tað eru 60 ár síðani Operation Mobilisation sá dagsins ljós, og tað eru í ár 50 ár síðani Zarepta varð tikið í brúk.


Allir dagarnir verða feiraðir á sín egna hátt á sínum egna staði, og tað er rætt, at man steðgar á slíkar merkisdagar og skoðar út yvir verkið og tað, sum er komið burturúr.


REFORMATÍÓNIN OG LUTHER

Reformatiónin verður feirað í Føroyum ígjøgnum alt árið, bæði við fyrilestrum um Luther, kirkjukonsertir við sálmum hjá Lutheri, framsýningum í Norðulandahúsinum um Luther, reformatiónsgudstænastum um alt landi sunnudagin 29. oktober, og týsdagin 31. oktober, sjálvan dagin, tá Luther negldi tær 95 tesurnar á dyrnar, verður hátíðargudstænasta í Dómkirkjuni.


31. mai fór eitt ferðalag beinleiðis úr Føroyum til Týsklands við meira enn 100 luttakarum, sum vildu síggja og standa við dyrnar á dómkirkjuni í Wittenberg, har Luther negldi tey 95 protestorðini, og minnast reformatiónina á henda hátt.


Fríkirkjurørslurnar í Norðurlondum og í Føroyum eru í eitt ávíst mál úrslit av reformatíónini.


Kristiliga Tíðindatænastan

v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com