Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Jólahald á Filipsoyggjunum

16.11.2017 - 09:25 - Ásbjørn Jacobsen

Skjótt eru jól og tey eru líka kærkomin í ár sum undanfarin ár. Børnini í barnabýnum, sum hava verið við til jólahald áður, vita, at tá verður veitsla og góður matur, jólapakkar og annað spennandi. Í ár eru tvær nýggjar familjur við børnum, sum eisini fara at halda Jesu føðingardag saman við okkum.

Jólaaftan verður hildin saman við øllum familjunum, sum búgva í økinum. Vit fara at hava spøl, film, jólagávur og mat. Nøkur børn fáa eisini møguleikan at halda jól og nýggjár saman við sínum upprunafamiljum, ella hjá onkrum, tey eru í ætt við. Hetta er ein liður í møguliga at kunna flyta heim aftur, og tað verður sera væl dámt.
Tó onkur børn hava ikki henda møguleikan, so kanska tey kunnu fáa vitjan av onkrari familju úr býnum. Skúlarnir hava jólafrí frá 21. desember til 1. januar, so nógv tíð er til at baða, hugna sær, spæla spøl og at fara onkra útferð.

Jólakort og jólaskrá
Í ár hava nógv av teimum børnunum, sum vit møta í ymsum høpum, hjálpt til at gera jólakort, sum tit, sum lesarar, fáa saman við hesum blaðnum (blaðið hjá Barnamissiónini). Tey hava verið so kreativ og veruliga roynt at gjørt sítt besta, so tit kunnu kenna, at tit fáa eina persónliga jólaheilsan frá Filipsoyggjunum.

Í skúlum okkara og okkara „Child Development programmi“ fyrireika børnini seg til ymsar framførslur, sum skulu verða seinastu vikuna fyri jól. Børnini eru sera dugnalig og luttaka fegin í ymsum sang- og dansiframførslum. Tað er eisini ein góður máti at læra seg veruligu orsøkina til, at vit halda jól og bjóða Jesusi vælkomnum, sum heimsins frelsara.

Kassar við jólamati verða býttir út

Um jóltíðir verða mong menniskju eyka gávumild. Vit gera ynskilistar, sum vit seta á okkara heimasíðu ella senda teimum, sum biðja um tað. Eitt sum altíð er við á ynskilistanum, eru pengar ella matur til kassarnar, vit býta út til neyðstødd børn.

Fyri 50 til 100 krónur kunnu vit fylla ein matkassa, sum røkkur til eina familju. Eisini klæðir, ymist til ítrótt, leiku, spøl og putlispøl eru kærkomin.

At síggja gleðina í barnaeygunum, sum fáa eitt hvørt, tey hava ynskt sær leingi, er so vælsignað. Men ofta møta vit børnum, hvørs hægsta ynski er, at kunna halda jól saman við sínari familju og kunna eta seg proppmettan av filipinskum jólamati. Fyri at nøkta tann tørvin, fyrireika vit eisini nakrar jólaveitslur, har øll familjan er boðin við, og tað gleðir bæði stór og smá.

Eva-Mari Blomqvist

Ynska tygum at geva jólagávu til eitt av londunum ið Barnamissiónin hjálpur, vinarliga viðmerk: JÓLAGÁVA

Tú kanst geva gávuna her:
Skandinaviska Barnamissiónin
Postgiro; 9870-4310471
Norðoya Sparikassi: 9865-101.620.7
Betri Banki: 9181-120.980.0
BankNordik: 6460-101.594.1
Suðuroyar Sparikassi: 9870-101.148.1

Tygum kunnu eisini stuðla Barnamissiónini í síni heild, við at
RINGJA 90 56 57 og kr. 100 verða skuldskrivaðar tíni
telefonrokning.

"Skandinaviska Barnamissiónin við Jesusi fyri børnini" Føroya deild er á facebook
Heimasíðan hjá Barnamissiónini: www.barnmissionen.se

Vóni vit í Føroyum kunnu verða við til at hjálpa hesum børnum
Hjartans tøkk fyri allar gávurnar til tey neyðstøddu, má Jesu friður hvíla yvir tykkum.