Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.
Bønarsíðan
Bønarsíðan: Send tíni bønarevni til Kristin.fo og vit seta tað á hesa síðuna skjótast til ber...


Jesus nýtti teknmál

21.06.2017 - 08:52 - Ásbjørn Jacobsen

Andakt: Jesus segði við hin deyva mannin:”Effata!” – tað er: Opna teg! Og oyru hansara opnaðust, og við tað sama losnaði tunguband hansara, og hann talaði raðið. Mark. 7,34-35.

Í fyrstu syftu tykist Jesus at fara undarliga at í viðgerðini av tí deyva manninum.

Sagt verður, at hann stakk fingrarnar í oyru hansara og spýtti og nam við tungu hansara.

Og so var hetta tó ikki so undarligt kortini, tí Jesus nýtti teknmál – eins og fólk nýta teknmál nú á døgum til tess at koma í samband við hin deyva.

Við at stinga fingurin í oyru mansins, vildi hann siga honum, at hann vildi opna tey. Við at nema við tungu hansara vildi hann siga honum, at hann vildi loysa tunguband hansara, so at hann eisini kundi tala.

Men hvat skuldi tað til at spýta? Til tað er at siga, at spýtt hevði ein stóran leiklut í fornaldar læknakynstri og hildið varð, at tað grøddi.  
Men til eru fleir sløg av deyvleika. Tað eru í fyrsta lagi tey, sum eru so andaliga deyv, at orð Jesu siga teimum einki. Fyri teimum er tað, sum kirkjan boðar, ikki annað enn innantóm orð.

So eru tað í øðrum lagi onnur, sum eru rættiliga deyv, men hoyra eitt sindur frægari. Tey hoyra tað av Jesu munni, sum tey sjálvi halda er vert at hoyra og lata oyrini aftur fyri restini.

Ella tað er onkur annar, sum hevur brúk fyri tí, sum sagt verður, sum t.d. tá ið presturin hevur sagt eitt ella annað í eini prædiku, kann onkur siga:”Hatta skuldi hann ella hon hoyrt. Spell at hann ella hon ikki var í kirkju í dag!” Orðini raka ikki ein sjálvan, altíð hini. Sjálvur heldur viðkomandi seg uttanfyri sum ein hálvdeyvur áhoyrari.

Men orð Jesu ella ein prædika er ongantíð bara orð til eina mannfjøld, men altíð samstundis eitt orð til hin einstaka. 

Í triðja lagi eru menniskju, sum einki hava ímóti at hoyra boðskapin, sum ein boðskap, ið er beinleiðis til teirra. Tey kunnu enntá gerast rørd og nikka játtandi til tað, sum sagt verður. Og so hoyra tey kortini ikki, tí tey hoyra bara orðini, men gera onga roynd at gera hareftir. Tað var bara ein kensluborin løta.

Tí má Jesus javnan nema við oyru okkara og siga:”Effata! – Opna teg”, so at vit fáa oyru, sum veruliga hoyra Guðs orð, og javnan nema við tungu okkara, so at vit fáa tungu, sum kann tala við hann í bøn og lovsyngja honum fyri allar vælgerðir hansara.

Latum okkum øll biðja!

Himmalski faðir! Armir og óverdigir syndarar eru vit, og ikki eru vit verd at lyfta eygum og hondum upp til tín í bøn; men av tí at tú hevur boðið okkum at biðja, vilja vit vera tær lýðin og koma eftir orðum tínum. Vit líta á náðiga lyfti títt, og í Harra várs Jesu Krists navni biðja vit saman við øllum tínum heilagu á jørð, soleiðis sum Jesus Kristus sjálvur hevur lært okkum:

Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.

Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum! Amen.

Emil Olsen, prestur