Kristiligar bøkur til andliga uppbygging
Heimamissiónsforlagið (HMF) gevur út og selur kristiligar bøkur til andliga uppbygging.
Bíbliu-App - nú eisini til iPhone & iPad
Bíbliu-App, við Dahl/Viderø Bíbliuni, til iPhone, iPad og Android snildfonir frá Føroyska Bíbliufelagnum.
Kunngerðir
Møtir, gudstænastur og onnur kristilig tiltøk. Les meira...
Lýs á kristin.fo
Lýsingarprísir á kristin.fo eru bíligir. Ring ella skriva og fá eitt gott tilboð.

Jesus, hitt einasta

04.06.2017 - 10:29 - Ásbjørn Jacobsen

Sálmurin var skrivaður av prestinum, Ole Theodor Moe, (1862-1922).

Moe fekk sjúku at bera í prestatíð síni. Seinastu fýra árini gjørdist hann avlamin aftaná eina herviliga sjúku.

Av lívinum lærdi hann av sálminum: “Mótstríðið hittir meg....” Sannførandi endar hann sálmin: “Tú ert tann einasti, heilagsti, reinasti, gev mær títt reina og heilaga sinn! Hjálp tú úr vanda mær! Bjarga frá grandi mær! Før meg at enda til dýrd tína inn!”

Við sínum fyridømi og sálmi, hevur hann verið og er, framvegis, mongum til ómetaliga hjálp.

1. Jesus, hitt einasta,
heilagsta, reinasta
navn, sum av menniskjavørrum er sagt,
fylling av dýrdleika,
fylling av kærleika,
fylling av sannleika, miskunn og makt.
 
2. Mótstríðið hittir meg;
aldri tú fjónar meg,
tekur meg inn í tín fjálgandi favn.
Menniskju gloyma meg;
Harri, tú goymir meg
tætt við títt hjarta og nevnir mítt navn.
 
3. Harri, tú hoyri meg!
Harri tú leiði meg,
hvussu og hvar tað so gagna mær má!
Lær meg at boyggja meg,
lær meg at laga meg
tær eftir vild mína tíð foldum á!
 
4. Tú ert tann einasti,
heilagsti, reinasti,
gev mær títt reina og heilaga sinn!
Hjálp tú úr vanda mær,
bjarga frá grandi mær!
Før meg at enda til dýrd tína inn!
 
O.T. Moe. J. Dahl 1925.
Lag: Sl. 175.